33.493 nýggir tilburðir í Danmark

Danmark hevur nú skrásett størsta smittutal í eitt samdøgur, síðan farsóttin tók seg upp.

 

Seinasta samdøgrið hevur Danmark havt 33.493 nýggjar tilburðir við koronusmittu.

 

Hetta er enn eitt nýtt smittumet í landinum.

 

Tøl hjá Statens Serum Institut vísa, at seinastu tíðina hava smittutølini í Danmark ligið oman fyri 20.000 um samdøgrið.

 

Teir 33.493 tilburðirnir, sum eru skrásettir seinasta samdøgrið, eru funnir í tilsamans 193.130 pcr-kanningum.

 

Tað merkir, at talið av smittaðum í kanningunum er 17,3 prosent.

 

Hetta er eisini størsta smittuprosent, sum higartil er skrásett í Danmark, síðan farsóttin tók seg upp.

 

Í løtuni eru 810 fólk innløgd á donskum sjúkrahúsum við koronu. Tað er átta fleiri enn í gjár.

 

Seinasta samdøgrið eru 14 fólk deyð við koronu í Danmark.