3,4 milliónir í uppsagnarlønum

Almannaverkið hevur bundið seg til at gjalda tvær milliónir í gyltum lógvatøkum. Harafturat koma uppsagnarlønir fyri 1,4 millión

Síðstu mánaðirnar hevur fíggjarliga sperda Almannaverkið í trimum førum sent fólk av ovastu rókunum á almenna stovninum til hús við løn í meira enn eitt ár. Sosialurin hevur fingið innlit í ta triðju fráfaringaravtaluna, sum higartil hevur verið loynilig.

 

Talan er um deildarstjóran Mariu Jacobsen, sum í vetur fekk sítt gylta lógvatak frá sínum nú fyrrverandi arbeiðsplássi. Hon bleiv fríttstillað úr sínum starvi, men fær tó fulla løn alt árið í ár. Fulla løn til og við juni í ár, umframt seks mánaðarlønir. Eitt gylt lógvatak á 650.000 krónur frá sínum gamla arbeiðsgevara, sum sigur seg ikki hava brúk fyri arbeiðsmegini meira.

 

Gylta lógvatakið til Mariu Jacobsen kemur afturat líknandi fráfaringaravtalum við Petru Johnsdóttir Joensen, fyrrverandi stjóra, og Gunnleyg Durhuus, fyrrverandi depilsstjóra. Tær báðar fingu sítt gylta lógvatak, ávíkavist í juli og september í ár. Tær fáa umleið 700.000 krónur í part frá Almannaverkinum fyri ikki at vera til arbeiðis.

 

Sosialurin hevur somuleiðis fingið innlit í setanarskrivini hjá teimum nýggju depilsstjórunim í Almannaverkinum. Her kemur greitt til sjóndar, at nýggju depilsstjórarnir hava longu tryggjað sær, at tey fáa somu sømdir, um tey einaferð verða send til hús. Við øðrum orðum fer tað eisini í framtíðini at kosta Almannaverkinum einar 700.000 krónur, um so er at ein depilsstjóri skal sendast til hús.

 

Í síðstu viku boðaði Almannaverkið frá, at neyðugt verður at siga níggju fólkum úr starvi. Við uppsagnunum roknar Almannaverkið við at spara 3,3 milliónir krónur í lønarútreiðslu næsta ár. Eyðun Mohr Hansen váttar, at orsøkin til aktuellu uppsøgnirnar kann peikast beint aftur til setanirnar av nøkrum øðrum starvsfólkum fyrr í ár.

 

- Jú, játtanin er ikki størri næsta ár, so vit mugu spara, sigur Eyðun Mohr Hansen, virkandi stjóri í Almannaverkinum.

 

Tey níggju starvsfólkini fingu ætlanarskriv um uppsøgn í síðstu viku. Flestu teirra eru limir í Starvsmannafelagnum. Hóast her ikki er talan um nakað gylt lógvatak, so hava tey flest øll verið somikið leingi í starvi, at tey hava rætt til løn í seks mánaðir, eftir at tey eru uppsøgd. Tilsamans hava tey níggju fólkini rætt til uppsagnarløn í 45 mánaðir, samstundis sum tey eru fríttstillað úr sínum arbeiði.

 

Tað merkir, at tey skulu runt roknað hava 1,4 millión krónur í løn fyri ikki at vera til arbeiðis.

 

Harvið skal Almannaverkið rinda tilsamans 3,4 milliónir krónur í lønum til fólk, sum ikki arbeiða.