Reiðarar, Lív og íslendingar, sum eiga føroysku oljufeløgini, hava fingið 343 mió kr í vinningsbýti seinastu 10 árini fyri at selja olju til føroyingar
»Til tess at kunna útbyggja vindorkuna enn skjótari, umhugsar leiðslan í orkufelagnum Effo at mæla nevndini til at hækka oljuprísin við 44 oyrum fyri liturin til upphiting. Hetta hendir í kjalarvørrinum av, at SEV í dag hevur boðað frá, at elorkufelagið mælir síni nevnd til at hækka elprísin við 10 oyrum fyri at fíggja útbyggingina av dálkandi orkuframleiðsluni í Sundsverkinum«.
Soleiðis skrivaði stjórin í Effo í tíðindaskrivi 30. november í fjør. Helst var hetta meint sum skemt – tí oljustjórin helt, at um SEV kundi hækka prísin av sínum eintingum og uttan grundgevingar, so kundu privatu oljufeløgini gjørt tað sama.
Sev grundgav hækkingina við, at orsøkirnar vóru økta virksemið í samfelagnum, sum hevur gjørt tað neyðugt at gera umfatandi og kostnaðarmiklar útbyggingar í elskipanini seinnu árini. Haraftrat grundgav SEV hækkingarnar við, at seinkingar í útbyggingunum av eitt nú vindmyllulundum hevur ført við sær meirkostnað av oljunýtslu, samstundis sum oljuprísurin er hækkandi.
Privatu oljufeløgini, P/F Magn og P/F Effo, sum hava kastað saman við ávikavist P/F Demich og P/F Vindrøkt, finnast harðliga at almenna el-orkufelagnum, sum svarar aftur, at kommunurnar og harvið fólkið eiga SEV, meðan privatir íleggjarar eiga føroysku oljufeløgini. SEV vil vera við, at tað altíð verður dýrari hjá privatu oljufeløgunum at framleiða streym, tí tey fyrst og fremst skulu hugsa um sínar eigarar - at geva teimum sítt avkast og seta prísin hareftir. SEV skal ikki geva avkast, men kann lækka prísin til brúkaran, sum jú eigur almenna elfelagið.
So kunnu vit sum sum brúkarar velja at trúgva monopolfelagnum SEV ella at trúgva dupolfeløgunum Magn og Effo.
Men ein gjøgnumgongd av roknskapunum hjá P/F Magn og P/F Effo vísir, at feløgini hava givið stór avkast av sær til eigararnar seinastu 10 árini. Hóast kapping er á oljumarknaðinum, so er oljuprísurin altíð neyvt tann sami upp á oyrað hjá báðum oljufeløgunum. Og hóast vinningsbýtið til partaeigararnar hjá ávikavist P/F Effo og P/F Magn eru ymisk ár um ár, so er miðalvinningsbýtið seinastu 10 árini at kalla neyvt tað sama.
Føroysku reiðararnir, sum eiga Effo saman við pensjónstryggingarfelagnum LÍV, hava fingið 172,2 milliónir krónur í vinningsbýti frá felagnum, sum selur olju til føroyingar, seinastu 10 árini.
Íselndsku eigararnir av Magn hava fingið 171,1 milliónir krónur í vinningsbýti seinastu 10 árini fyri at selja olju til føroyingar.
Tilsamans hava íslendsku eigararnir av Magn og føroysku reiðararnir og pensjónstryggingarfelagið fingið 343 milliónir krónur í vinningsbýti seinastu 10 árini.
Til samanberingar kann sigast, at verkætlanin hjá SEV við teimum 13 vindmyllunum í Húsahaga kostaði umleið 180 milliónir krónur – áleið helmingin av tí, sum tey, sum eiga føroysku oljufeløgini, hava fingið í vinningsbýti seinastu 10 árini.
Tað er íslendska oljufelagið Skeljungur hf í Reykjavík, sum eigur allan partapeningin í P/F Magn.
Tey sum eiga P/F Effo eru hesi:
FramInvest Sp/f á Toftum, har Anfinnur Olsen er stjóri
Kolan Aps. í Hirtshals í Danmark, har Gullak Madsen er stjóri
Lív lívs- og pensiónstrygggingarfelag P/f, har Jan Jakobsen er stjóri
Varðin P/f í Gøtu, har Jákup Jacobsen er stjóri
343 milliónir fyri at selja olju til føroyingar 343 milliónir fyri at selja olju til føroyingar
Reiðarar, Lív og íslendska oljufelagið, sum eiga føroysku oljufeløgini, hava fingið 343 mió kr í vinningsbýti seinastu 10 árini fyri at selja olju til føroyingar
info
Eirikur Lindenskov
2. januar 2019 kl. 07:41
Mest lisið hesa vikuna
Løgreglan eftirlýsir mann í Havn
29. oktober kl. 07:44
So nógv vita danskir politikarar um Føroyar
30. oktober kl. 15:45
Aðalstjóri við meira enn einari millión krónum ársløn
1. november kl. 07:45
Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum
Í gjár kl. 23:18
Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn
Í gjár kl. 17:48
Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir
28. oktober kl. 10:47
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Trump leypir á Fox News á valnáttini
1 tími síðan
Tíðindi
Metir Demokratarnar vinna meirilutan í Umboðsmannatinginum
2 tímar síðan
Tíðindi
Republikanarar missa senatssess í North Carolina
2 tímar síðan
Fótbóltur
EFL valdi Geza á vikuliðið
4 tímar síðan
Fótbóltur
Champions League: Bayern vann stórdystin og United fekk loksins ein sigur
5 tímar síðan
Tíðindi
Setur spurnartekin við drúgvu friðingina á Føroyabanka
5 tímar síðan
Hondbóltur
Marita vann á Mariu í bestu donsku hondbóltsdeildini
5 tímar síðan
Tíðindi
Kann Invest in Denmark hjálpa Føroyum at fáa íløgur?
6 tímar síðan
Tíðindi
Spanski samferðsluráðharrin fer frá eftir tokvanlukkur
7 tímar síðan
Tíðindi
Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl
8 tímar síðan
Tíðindi
Heystveðrið sæst aftur í elframleiðsluni
9 tímar síðan
Tíðindi
Grønlendska tingið samtykt verjuavtaluna við USA
9 tímar síðan