35 metrar um sekundið á Viðareiðisvegnum

Rættiliga nógvur vindur hevur verið kring landið í nátt, og í støðum er enn nógvur vindur.

Rættiliga nógvur vindur hevur verið kring landið í nátt, og í støðum er enn nógvur vindur.


Landsverk boðar á sínari heimasíðu frá nógvum vindi ymsastaðni kring landið.
Serliga harðar er hvirlurnar á Viðareiðisvegnum, har stovnurin boðar frá hvøssum vindi, í hvirlunum upp til 35,5 metrar um sekundið.


Men eisini aðrastaðni kring landið er enn nógvur vindur. Á Sandavágshálsi er hvassur vindur, í hvirlunum upp til 34,2 metrar um sekundið og við Oyndarfjarðarvegin boðar landsstovnurin frá skrið, í hvirlunum upp til 33,4 metrar um sekundið.


Á Suðuroynni boðar veðurstøðin hjá Landsverk á Fámjinsvegnum frá stormi, í hvirlunum upp til 31 metrar um sekundið.


Á Oyggjarvegnum og Høgrareyn boðar Landsverk frá ávikavist skrið, í hvirlunum upp til 29,6 metrar um sekundið, og hvøssum vindi, í hvirlunum upp til 27,2 metrar um sekundið.