35 ára starvsdag hjá Føroya Tele

4. januar 2005 hevði Åge Davidsen í Havn 35 ára starvsdag hjá Føroya Tele.

Tá Åge kom í starv hjá Telefonverki Føroya Løgtings í 1971, byrjaði hann í Klaksvík, har hann var við til at seta eina millumbygdastøð upp í sambandi við automatisering av telefonkervinum. Síðan fór hann til Suðuroyar í somu ørindum. Hansara starv hevur øll árini verið á installatiónsdeildini, har hann hevur ferðast kring landi í samband við automatsering og viðlíkhald av telefonstøðunum. Hann hevði eisini leiðsluna av hesi deildini í nøkur ár.

Åge er 63 ára gamal og føddur og uppvaksin á Trøðum á Sandi. Hann fór sum ungur í læru sum elektrikari hjá Oluf Simonsen, installatøri, sum tá búði á Sandi. Tá Oluf seinni flutti til Vágs, lærdi Åge víðari hjá Sigird av Reyni í Havn. Eftir tað arbeiddi hann sum elektrikari hjá P/F Leif Mohr, har hann m.a. var í Grønlandi nakrar ferðir og var við til at seta el-installatiónir upp í Føroyinghavnini og í Syðra Streymfirði.

Åge hevur trivist væl hjá Føroya Tele. Hesi 35 árini hann hevur arbeitt á stovninum eru kollveltandi broytingar farnar fram, t.d. eru allar automatstøðirnar skiftar út við talgildar støðir. Fyrr kundu teir finna feilir við at fylgja leidningum, men tað ber ikki til í dag.

Åge hevur stóran áhuga fyri djórum, serliga fuglum. Í havanum í Gundadali hevur hann fleiri fuglar sum t.d smyrlar, uglar og fjallavág (fjeldvåge).

Foreldrini hjá Åge vóru: Elsebeth, úr Trøðum á Sandi, og Arni Davidsen, vanliga nevndur Arne hjá Kitte, á Sandi, ið arbeiddi sum telefonmaður í 40 ár. So tað sær út til at ganga í arv at arbeiða leingi hjá telefonverkinum.

Åge er giftur Maluni, dóttir Mallu og Hans Josephsen í Klaksvík.
Malan og Åge eiga 3 børn: Elsebeth, Hans og Arnstein, sum øll búgva í Danmark. Barnabørnini eru 5 í tali.