Jóna byrjaði sum 20 ára gomul tann 10. februar 1970 hjá Skúlatannlæknanum, sum tá helt til í niðastu hædd í Tórshavnar Kommunuskúla, har Erling Simonsen var tannlæknastjóri.
Síðan 1976 hevur Barnatannrøktin hjá Tórshavnar kommunu hildið til í Tórsgøtu 23.
Í dag er Sigrid Arge tannlæknastjóri á stovninum.
Jóna sigur, at Barnatannrøktin er eitt gott arbeiðspláss, og hon trívist sera væl í starvinum.
Í sambandi við starvsdagin komu borgarstjórin í Tórshavnar kommunu Heðin Mortensen og trivnaðarstjórin Gunnleyg Durhuus við blómum, og hon fekk eisini blómur frá starvsfeløgunum.