info
Ongi úrslit

350 ára gomul bók til nýtt skúlabrúk

Týsdagin 12. desember klokkan 14 verður útgávutiltak á Miðnámi á Kambsdali. Tað er føroyalýsingin eftir Lucas Debes, Færoæ et Færoa Reserata, sum verður givin út sum samvirkin skúlabók júst 350 ár eftir, at bókin kom út á fyrsta sinni.

Eirikur Lindenskov
5. desember 2023 kl. 18:05

Danskføddi Lucas J. Debes (1623-1675) flutti til Føroya stutt eftir, at hann var útbúgvin teologur. Í 1652 gjørdist hann sóknarprestur í Suðurstreymoyar prestagjaldi og eisini rektari við Latínskúlan í Havn. Í 1667 varð hann varapróstur, í 1670 próstur, og hann livdi í Føroyum til hann doyði í 1672.

Føroyalýsingin hjá Lucasi Debes er eitt slóðbrótandi bókaverk. Hon er fyrsta prentaða bók um Føroyar, og føroyakortið í bókini er fyrsta nágreiniliga kortið av føroysku oyggjunum. Lucas Debes lýsir føroysku náttúruna, føroyska samfelagið, søguna, fólkini, siðir, trúgv, matvanar og livikor.

Bókin verður mett at vera ein rættiliga álítandi lýsing av føroyska samfelagnum í einari tíð, sum vit annars ikki hava so nógvar skrivligar keldur til. Bókin vakti eisini ans í samtíðini, og longu í 1675 varð hon týdd til enskt og løgd fram fyri The Royal Society í London.

Lærarar á Miðnámi á Kambsdali hava gjørt yvirlit, kveikar og ymisk verkevni til teir átta kapitlarnar í bókini. Verkevnini knýta bókina til ymiskar lærugreinar á miðnámi og kveikja vónandi nýggjan áhuga fyri hesum undangonguverki í føroyskum yrkisbókmentum.

Færoæ et Færoa Reserata er skrivað á gomlum donskum máli, og nýggja útgávan nýtir danska tekstin, soleiðis sum hann sá út í bókini, ið Einar Joensen gav út í 1950. Tað er Nám, sum gevur bókina út, og útgávan er úrslit av samstarvi millum Nám og Miðnám á Kambsdali.

Eftir jólafrítíðina skipa lærarar á Kambsdali fyri vekstovudøgum í skúlanum, har næmingar fara at arbeiða við ymiskum verkevnum úr 350 ára gomlu bókini, og næsta skúlaár skipar Nám fyri skeiðum fyri lærarum, sum hava hug at brúka tilfari í sínari undirvísing.

Útgávutiltakið verður í skúlahøllini í Miðnámi á Kambsdali týsdagin 12. desember klokkan 14. Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Vegna fyrireikararnar

Christian Joensen, rektari

Miðnám á Kambsdali

 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

14 tímar síðan

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

11 tímar síðan

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

15. september kl. 20:20

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Vinjar við egnum tónleiki í Listastovuni

0 minuttir síðan
Tíðindi

Seks eru dripin í skúlaskjóting á Filipsoyggjunum

7 minuttir síðan
Tíðindi

Danskar og bretsk­ar ser­deild­ir venja í Vest­manna­sundi

20 minuttir síðan
Tíðindi

Maður deyður í hávaálopi í Avstralia

40 minuttir síðan
Tíðindi

Skipanes til Hongkong at umvælast

43 minuttir síðan
Fótbóltur

KÍ hevur eina stóra favorittstøðu móti Skála ÍF

1 tími síðan
Lesarabrøv

At sleppa at luttaka!

1 tími síðan
Tíðindi

Løgmaður fer ikki upp í stríð um tæn­astu­boð­

2 tímar síðan
Tíðindi

Nógv dýrari hjá íbúgvum at parkera í miðbýnum

4 tímar síðan
Tíðindi

Norrøna fer ikki eftir hetlendingum til Oyggjaleikirnar

4 tímar síðan
Fótbóltur

NSÍ hevur favorittstøðuna móti B36 í Gundadali

4 tímar síðan
Fótbóltur

U21 steypafinalan: Skála ÍF vendi 0-2 til 3-2 sigur

10 tímar síðan