350 fólk á aðalfundi

Føroya Pedagogfelag hevði leygardagin aðalfund á Hotel Føroyum. Heili 350 limir møttu upp, og er hetta fyri meira enn 30 prosent av limunum, umframt at tað ongantíð áður hevur verið so góð uppmøting á aðalfundi hjá Pedagogfelagnum

Leygardagin hevði Føroya Pedagogfelag aðalfund. Bjørghild í Geil og Ann-Elisabeth Joensen stóðu fyri vali, og báðar vóru afturvaldar. Hinar í nevndini eru Carita Björklund, forkvinna, Gitta av Kák og Marita Ejdesgaard.
Aðalfundurin byrjaði við, at Mogens Seider frá Socialpædagogens Landsforbund úr Danmark helt fyrilestur við evninum »Etisk værdigrundlag«.
Heili 350 limir vóru komnir saman til aðalfundin, og er hetta gott og væl 30 prosent av øllum limunum. Og verður upplýst av Pedagogfelagnum, at hetta er tað mesta nakrantíð.
? Hví tað júst komu so nógv fólk hesaferð, dugi eg ikki rættiliga at greiða frá, sigur Carita Björklund, forkvinna í felagnum.
? Fyrilesturin hevur helst drigið fleiri fólk til, og so tað, at vit hava sáttmálasamráðingar í ár hevur helst eisini drigið fleiri til. Eisini bjóðaði felagið nátturða aftaná, har tað var høvi til at sita og práta, og tað hevur helst eisini havt nakað at siga, metir Carita Björklund.
Carita sigur, at fundurin gekk væl, og tey eru væl nøgd við fundin.
Sáttmálin hjá Pedagogfelagnum gongur annars út tann 1. oktober í ár.

Myndatxt: Heili 350 fólk vóru møtt upp til aðalfundin hjá Føroya Pedagogfelag leygardagin. Hetta er tað mesta nakrantíð

Mynd: Jens Kr. Vang