11.-14. mai var ungdómslegan LUS á Giljanesi. HMU hevur hesa leguna annað hvørt ár. Fyri tveimum árum síðani var legan í Havn, og nú skuldi hon aftur verða á Giljanesi, har hon eisini var í 1998.
Undirtøkan fyri leguni var sera góð. Tað var fult teknað tríggjar vikur áðrenn legan byrjaði. Har vóru ungdómar frá 16 ár upp til seint í tjúgunum. Á skránni vóru bíbliutímar, møtir, lovsangs- og vitniløtur, kirkjugongd og ikki minst hugnalig samvera. Legan byrjaði hóskvøldið, har ið luttakarnir fingu at eta og vórðu samansjóðaðir. Um kvøldið var møti. Til øll møtini sang ein lovsangsbólkur kallaður LUS-Worshipband til felagssangin. Hesin bólkurin var mannaður við nøkrum av teimum bestu sangarunum og tónleikarunum innan Heimamissiónina. Sangurin gekk sera væl við fjølbroyttum sangum. Heilt frá nýggjum enskum sangum til gamlar endurtulkaðar sálmar.
Tummasarmessa
Fríggjadagin vóru áhugatímar á skránni. Millum evnini sum kundu veljast vóru dreingja- og gentuhornið, kristin um 10 ár?, Guds ætlan við mær og LUS-kórið. Um kvøldið var kirkjugongd í Sandavágs kirkju. Henda kirkjugongd var eitt sindur ørðvísi enn tær, sum vit vanliga eru til hvønn sunnudag. Hans Eiler Hammer hevði gudstænastuna, sum verður kallað fyri Tummasarmessa. Tummasarmessan byrjaði í Norra, og var hon hildin serliga fyri tey ivandi, og av tí sama hevur hon fingið navnið Tummasarmessa. Í Føroyum varð hendan messan fyrstu ferð roynd í Christianskirkjuni í Klaksvík á LUS ár 2000, og var hon sera væl dámd. Tá var tað eisini Hans Eiler, sum hevði gudstænastuna
Trummur, guitari, ljómborð og bassur spældu undir til sangin í kirkjuni. Teksturin varð varpaður upp á veggin við einari uppvørpu. Sungnir vóru bæði lívligir og friðaligir ungdómssangir. Á gólvinum vóru borð við fýrfatsljósum, sum ímyndaðu ein kross. Meðan sungið varð, var møguleiki at fara fram til forbøn og at tendra eitt ljós á gólvinum og biðja eina bøn. Eftir sangløtuna fóru fólk fram til altars til breyðbróting.
Gudstænastan vardi í samfullar 3 tímar. Løtan var sera góð og innilig fyri tey luttakandi. Sera nógv nýttu møguleikan at fara fram til forbøn.
Kvøldsetir
Øll kvøldini endaðu við einari kvøldsetu, har ið dagurin varð vístur í myndum. Fríggjakvøldið framførdi LUS-kórið. Tað ljóðaði sera væl hjá teimum, serliga tá ið hugsað verður um, at tey einans høvdu umleið 3 tímar at venja sangirnar. Fyriskiparnir av tiltakinum hava uppiborið rós, tí at alt riggaði sera væl. Leiðslan av kvøldunum var framúr og skráin var góð og fjølbroytt.
FA-Cup finalan
Leygardagin seinnapart vóru breytir á skránni. Har var møguleiki at fara ein gongutúr, spæla fótbólt ella flogbólt, svimja ella fara til ein áhugatíma um, hvussu tú hevur eina andakt. Nógv valdu breytina, sum varð kallað "FA-Cup finalan". Tað varð farið í SÍF-húsið at hyggja at FA-Cup finaluni millum Liverpool og West Ham. Tað sótu sera nógv í reyðlittum blusum og hugdu at dystinum. Tað var sera nær við, at øll legan varð oyðiløgd fyri teir mongu Liverpool-fjepparnar, tí at Liverpool var aftanfyri, tá ið fáir minuttir vóru eftir. Liverpool fekk tó javnað, og teir vunnu til endans uppá brotssparkskapping. Rómurin var øgiligur millum tey flestu, og smílini hvurvu ikki aftur alla leguna.
Vitniløtan
Leygarkvøldið var ein bíbliutími við komandi ungdómsráðgevanum Pól Johannesen. Aftaná var sang- og vitniløta, og nógv nýttu møguleikan at siga nøkur orð. Tað var heilt greitt, at nógv høvdu fingið sera nógv burturúr leguni, sum tey fegin vildu greiða øðrum frá.
Sunnudagin var farið í kirkju og síðani var bara eftir at rudda av og siga farvæl. Ungdómar frá øllum landinum høvdu verið samlaðir í fýra dagar og