Samstundis fær Berlingske Tidende nýggjan blaðstjóra. Bretski ríkmaðurin David Montgomery hevur sambært TV2 gjørt av, at Det Berlingske Officin, sum hann eigur, skal spara 175 mió. krónur tey bæði næstu árini.
Tað ber í sær, at 350 starvsfólk skulu sigast úr starvi.
Det Berlingske Officin gevur út Berlingske Tidende, og teir báðir blaðstjórarnir, Niels Lunde og Elisabeth Rühne, hava boðað frá, at tey fara frá.
Í teirra stað hevur útgevarin sett Lisbeth Knudsen, sum hevur verið tíðindaleiðari í Danmarks Radio.