353 nýggir smittutilburðir í Noregi

Nú sær eitt sindur betur út við koronu-smittu í Noregi, tó at tað framvegis eru øki, sum eru hart rakt.

 

 

 

Seinasta samdøgur vórðu staðfestir 353 nýggir covid-19 tilburðir í Noregi. Tað er 146 færri enn sama dag fyri einari viku síðan.

 

Miðaltalið av smittutilburðum í Noregi seinastu sjey dagarnar hevur verið 323 um dagin. Hinvegin var miðaltalið í vikuni fyri 481.

 

Tað merkir, skriva norskir miðlar í kvøld, er smittutølini í landinum nú sum heild eru minkandi. Tó eru framvegis økir í Noregi, sum eru rættiliga hart rakt.

 

Tilsamans, síðan farsóttin tók seg upp, hava nú 125.929 fólk í landinum fingið staðfest covid-19. Mikudagin lógu 63 fólk á sjúkrahúsum við koronu, og tað er tveir sjúklingar færri enn dagin fyri.

 

Higartil eru 785 fólk deyð av - ella við - koronu. 58,5 prosent av teimum deyðu vóru 80 ár og eldri. Í aldursbólkinum yngri enn 50 ár eru 17 fólk deyð.