Ein melduródn, sum eisini hevur ført við sær áraføri og vatnflóð, hevur rættiliga gjørt um seg í syðra parti av Brasilia.
Tíðindastovan NTB veit frá øðrum útlendskum keldum at siga, at ódnin í minsta lagi hevur kravt 36 mannalív.
Sagt verður, at meginparturin av teimum, sum hava latið lív, búðu í statinum, Rio Grande do Sul.
Rio Grande do Sul liggur við markið til Argentina og Uruguay.
Eisini í grannastatinum, Santa Catarina, eru fráboðanir um deyðføll í ringa veðrinum og áarførinum.
Fleiri enn 5.300 fólk hava verið noydd at rýma úr húsum sínum.
Sambært myndugleikunum í Brasilia eru í minsta lagi 70 býir á ymiskan hátt raktir av illveðrinum, sum hevur herjað landið.
##med2##