36 fólk fingu skaða, tá eitt sokallað flúgvandi teppi datt niður í Liseberg Tivoli í Gøteborg í kvøld Svenska løgreglan sigur, at tvey av teimum 36 hava fingið stóran skaða, men at tey eru ikki í lívsvanda. Hini fingu smávegis snuddir.
Ein donsk kvinna, sum sá tilburðin, sigur við TV2, at fólk gjørdust ræðslusligin, tá tað flúgvandi teppið datt niður.
-Tað var ein sera óhugnalig løta, sigur Tina Bach Sørensen við TV2.