Fríggjadagin var almenn móttøka í nýggju vøggustovuni á Svangaskarði.
Tað var í 2014, at Nes kommuna gjørdi av at byggja nýggju vøggustovuna. Avtalað var at gera vøggustovuna yvir 2 fíggjarár, 2015 og 2016. Fyrireikingarnar til byggiarbeiðið fóru fram í tíðarskeiðnum frá jan 2015 til apríl 2015, og Jóhannus Danielsen, borgarstjóri, greiddi millum annað frá, at vitjað var á øðrum nýggjum vøggustovum í Føroyum, sum liður í fyrireikingunum.
Sjálvt byggiarbeiðið byrjaði í 2015. Tað er Teknistovan í Gøtu sum hevur teknað og havt eftirlit við arbeiðnum og í stóran mun eru tað fyritøkur á Toftum og um Skálafjørðin annars, sum hava tikið gjørt arbeiðið.
Enn er endaligi kostnaðurin ikki uppgjørdur, men fer at liggja á uml. 5,7 mió. kr. Tá er uttanumøkið, innbúgv og leikur alt íroknað. Íløgan er fíggjað yvir raksturin, tað vil siga, at tað ikki hevur verið neyðugt við lántøku, sigur Jóhannus Danielsen.
Nýggja vøggustovan hevur 3 stovur, og er normerað til 36 børn.