36 uppskot farin í tingið í dag

Hesa tingsetuna hevur landsstýrið lagt í alt 82 uppskot fyri Løgtingi, nú freistin at lata Løgtinginum uppskot er farin. Hetta skrivar løgmansskrivastovan í tíðindaskrivi í dag. 

 

 

Landsstýrið hevur seinastu tveir dagarnar latið Løgtinginum í alt 36 uppskot, nú freistin at lata Løgtinginum uppskot er farin.

 

 

 

Millum uppskotini, sum landsstýrið hevur latið Løgtinginum, eru hesi, sambært løgmansskrivstovuni.

Uppskot til løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017

Uppskot til løgtingslóg um filmshús, uppskot til løgtingslóg um húsarhaldsskúlar, uppskot til løgtingslóg um fiskivinnugrunn. 

Uppskot til løgtingslóg um djórasjúkur og uppskot um at dagføra ognina Eirargarður 14/16. 

 

 

Seinasti framløgudagur í Løgtinginum er 7.mars 2017.

 

 

Hetta sigur løgmansskrivsstovan í tíðindaskrivi í dag.