Í fjør gjørdu nógvir føroyskir bilførarar seg sekar í lógarbrotum, sum geva klipp í koyrikortið.
Í fjør vóru tað nevniliga heilir 360 bilførarar, sum fingu klipp í koyrikortið.
Talan er um 101 konufólk og 259 mannfólk.
Hetta eru 35 bilførarar fleiri enn í 2010, tá ið 325 bilførarar fingu klipp í koyrikortið, 107 konufólk og 218 mannfólk.
Í 2009 fingu heilir 421 bilførarar klipp í koyrikortið, 117 konufólk og 304 mannfólk og tað er met.
Í 2008 vóru tað 213 bilførarar, sum fingu klipp í koyrikortið, 96 konufólk og 213 mannfólk.
Nógv tey flestu, sum fingu klipp í koyrikortið í fjør, fingu tað tí at tey høvdu børn í bilinum, sum ikki vóru í trygdarbelti.
Tað vísir ein uppgerð hjá Akstovuni yvir tey, sum fingið klipp í koyrikortið ú fjør.
Av teimum, 360 bilførarum, sum fingu klipp í kortið í fjør, fingu 85 tað tí at tey høvdu børn í bilinum, sum ikki sótu í trygdarbelti.
Kynsbýtið var rættiliga javnt, tí talan var um 38 konufólk og 47 mannfólk.
Annars var mest vanliga orsøkin til klipp í koyrikortið, at bilførarar koyrdu ov skjótt.
Men i hesum føri er stór yvirvág av mannfólki, tí tey koyra nógv skjótari enn konufólk.
Tølini vísa, at í fjør fingu 206 bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt, 55 konufólk og 151 mannfólk.