Í september var skattainntøkan hjá Tórshavnar kommunu 6,76 milliónir hægri, enn hon var tað í fjør. Í løtuni verður arbeitt við at fyrireika fíggjarætlanina hjá kommununum fyri 2011.
Ein av kommununum, har tað eftir øllum at døma kann fara at verða meiri rúmsátt, enn tað kanska hevur verið roknað við, er høvuðsstaðarkommunan.
Í hvussu so er siga tølini, at í løtuni økist skattainntøkan nógv.
Í september í ár var skattainntøkan hjá Tórshavnar kommunu 6,76 milliónir størri, enn hon var tað í fjør. Talan er um ein vøkstur upp á 15,67 prosent. Í ár var inntøkan 49,89 milliónir, meðan hon í fjør var 43,13 milliónir krónur.
Tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í ár var skattainntøkan hjá høvuðsstaðnum 8,93 prosent størri, enn hon var tað í fjør. Vøksturin hevur verið 37,1 milliónir krónur.
Í fjør var inntøkan níggju teir fyrstu mánaðirnar 415 milliónir, og í ár var hon 452 milliónir.