Seinasta samdøgrið vórðu 3750 nýggir smittutilburðir við koronu staðfestir í Noregi. Tað eru 291 tilburðir færri enn sama dag í síðstu viku, men 334 fleiri enn miðal seinastu sjey dagarnar.
Tað vísa tøl hjá norska Fólkaheilsustovninum, sum vórðu kunngjørd um midnáttarleitið í nátt.
Í gjár lógu 328 fólk á norskum sjúkrahúsum við koronu. Av hesum lógu 124 á intensivari deild, harav 85 lógu í respiratori.
Hetta eru 21 fólk fleiri á sjúkrahúsi enn dagin fyri - og annar dagurin á rað, har talið av innleggingum veksur. Hin 17. desember setti Noreg egið met í innløgdum koronu-sjúklingum, tá talið var uppi á 383.