39 fólk hava latið lív í eini vanlukku, har tvey skjóttgangandi tok fóru av sporinum í Spania í gjár.
Tað upplýsir spanska tíðindastovan EFE.
Harumframt hava í minsta lagi 73 fólk fingið skaða, skrivar EFE og vísir á keldur, sum eru nær kanningararbeiðinum.
Av teimum særdu sigast 24 at hava fingið álvarsligan skaða.
Vanlukkan hendi sunnukvøldið í bygdini Adamuz, sum liggur í landslutinum Córdoba.
Her fór eitt tok, sum ferðaðist úr Málaga til spanska høvuðsstaðin, Madrid, av sporinum og datt síðani á eitt annað spor. Hetta hevur jarnbreytarfyritøkan Adif sambært BBC sagt.
Enn er óvist, hví tokið fór av sporinum.
Samferðslumálaráðharrin í Spania, Oscar Puente, kallaði vanlukkuna "undarliga" fyri El Pais og segði, at vanlukkan hendi á einum beinum strekki av teininum, sum varð umvælt í mai.
Tað vóru umleið 400 ferðafólk umborð á tokunum, skrivar Reuters. Teir flestu spaniólar, sum vóru á veg til og úr Madrid eftir vikuskiftið.
Fleiri av teimum, sum yvirlivdu ógvusligu tokvanlukkuna í Spania sunnudagin, siga frá, hvussu tey upplivdu alt inni úr tokvognunum.
– Vit føldu fyrsta rykkið, og innan fyri ein brotpart av einum sekundi kom aftur eitt sera sterkt rykk.
– Borðið framman fyri setrið hjá okkum datt niður á okkum, ljósini slóknaðu og takið á vogninum datt niður, sigur 23 ára gamla Bianca Birleanu við spanska blaðið El País sambært Sky News.
Hon var í tokinum, sum var á veg úr Madrid til Huelva, saman við maka sínum.
– Vognur nummar tvey var fullkomiliga oyðilagdur, eitt øgiligt kaos. Hin fekk eisini stóran skaða, alt var oyðilagt, sigur makin hjá Bianca Birleanu, Jorge Garcia, eisini 23 ára gamal, við miðilin.
/Ritzau/











