4,3 milliónir í yvirskoti

Árið í fjør var tað besta hjá Vága Floghavn í søgu felagsins. Talið av ferðafólki setti met og ongantíð hevur nettosølan verið størri

Stjórin fyri Vága Floghavn kann smílast, nú hann leggur arbeiðið síðsta árið fyri aðalfundin í almenna partafelagnum. Úrslitið vísir eitt yvirskot á 4,3 milliónir krónur áðrenn skatt, og 2,6 milliónir, tá skatturin er goldin.
Úrslitið er sermerkt, tí tað er tað besta hjá Vága Floghavn, síðani umskipanina til alment partafelag í 2007. Sambært felagnum sjálvum gav Vága Floghavn hall, øll árini áðrenn felagið varð lagt um til alment partafelag. Fyrsta heila roknskaparárið hjá P/F Vága Floghavn, sum var 2008, vísti eitt hall á góðar 11 milliónir krónur. Árið eftir reið um snarið við einum 70.000 krónum í yvirskoti, og bæði í 2010 og 2011 lá yvirskotið á umleið eina millión. 2012 gav stórt undirskot, heili 4,7 milliónir krónur áðrenn skatt. Tí er árið í fjør heili níggju milliónir krónur betri enn árið fyri.
- Góða úrslitið er liður í miðvísari ætlan at menna nýggjar inntøkumøguleikar, samstundis sum eitt vakið eyga verður hildið við útreiðslunum, sigur Jákup Sverri Kass.
Vága Floghavn hevur lagt seg eftir at fáa inntøkur frá parkeringsgjøldum, leigugjøldum og provisjónsgjøldum av matarsølu og tollfríari sølu.
- Ætlanin er, at hesar inntøkur skulu vaksa enn meira í framtíðini, sigur Jákup Sverri Kass.
Vága Floghavn hevur, saman við Atlantsflog, stovnað felagið DutyFree, sum skal standa fyri allari tollfríu søluni í nýggja terminalinum.
Samlaðu inntøkurnar hjá Vága Floghavn vóru 29,3 milliónir krónur í fjør. Tað er somuleiðis tað mesta nakrantíð.