4 dagar leikbann

Kappingarnevndin hjá HSF hevur tikið avgerð um, at H71 leikarin, Allan Mørkøre, skal hava leikbann í 4 dagar

Orsøkin til leikbannið er reyða kortið, sum Allan fekk í seinasta dystinum hjá H71 í grundspælinum, tá H71 vitjaði inni í Runavíkini.

Atburðurin, sum Allan sýndi á vøllinum í hesum dysti, og kanska serliga eftir at hann hevði fingið reyða kortið, verður mettur at vera somikið ósømiligur, at kappingarnevndin hevur fastsett leikbannið til 4 dystir.

Skipanin við reyðum kortum er annars broytt í ár, soleiðis at reytt kort beinan vegin gevur leikbann í fyrst komandi dysti, og var Allan sostatt leikbannaður til dystin mikukvøldið, tá liðfelagar hansara skuldu royna seg í Vestmanna.

Nú hevr kappingarnevndin so gjørt av, at leingja leikbanni við 4 døgum, og mugu hoyvíkingar sostatt tríggjar dystir afturat uttan at gera nýtslu av sterka klaksvíkinginum.


Fyrimyndir

Ofta verður tikið til, at teir leikarar, sum á ein ella annan hátt skara framúr í ítróttarhøpi, eru størstu fyrimyndirnar hjá ungu leikarum okkara, og í so máta er ikki talan um nakað undantak í hesum føri.

Hóast tað ikki er orsakað av avrikum hansara á hondbóltsvøllinum, so eru tað uttan iva hópatals ungir føroyingar, sum hava Allan sum ein av størstu fyrimyndinum sínum, og í so máta má tað sigast at vera sera óheppið, at leikarin sýnir slíkan atburð.

Tað er nevnliga soleiðis, at við støðuni sum ein av fremstu ítróttarmonnum okkara, fylgir eisini ein ábyrgd. Nevnliga ein ábyrgd um at sýna seg sum ein rættan ítróttarmann, soleiðis at hetta kann hava eina positiva ávirkan á ungdóm okkara.

Tað gjørdi Allan so ikki í hesum føri, og nú er so revsingin fyri hetta komin frá Hondbóltssambandinum.