Úrslitið í landsroyndini í føroyskum vísir, at næmingarnir, bæði í 4. og 6. flokki, sum heild, hava klárað fyrisøgnina væl. Í 4. flokki liggja 88% av næmingunum í bólkinum ?miðal og uppeftir?, umframt at talið av næmingum, ið hava fingið skoðsmálið ?sera gott?, er økt í mun til árini frammanundan. Talið av næmingum, ið liggja frá miðal og niðureftir, er støðugt lækkað øll trý árini, skipað hevur verið fyri landsroynd.
Í 6. flokki er úrslitið í fyrisøgn tó eitt vet verri enn í 2009. Talið av næmingum, sum hava fingið skoðsmálini ?yvir miðal og gott?, er lækkað í mun til í 2009, meðan eitt vet færri næmingar liggja frá miðal og niðureftir.
-Fyrisøgnin í 4. og 6. flokki var eins og árini frammanundan ein innsetingarfyrisøgn. Metast má, at lærarar og næmingar hava lagt seg eftir at venja hetta háttalagið í sambandi undirvísingina í rættskriving, sigur Lærarafelagið í dag.