Húsin (Kabinet)
Húsin er kassin, har allur tólbúnaðurin er í, til dømis móðurborð og streymveiting. Flestu teldur fær man bæði sum borðtelda (desktop), har húsin er liggjandi, og sum ein standandi telda (tower). Sum oftast er ongin munur á hvussu hesi snið eru útgjørd. Tað er bert ein praktiskur spurningur hvar teldan fær staðið har hon skal brúkast.
Móðurborð (Motherboard
ella bundkort)
Móðurborðið er ein stór printpláta, sum liggur í botninum í húsanum í einari borðteldu. Á móðurborðinum er gerilin (processor), samband við breytina (bussen), arbeiðsminni (ram) og samband við flestu eksternu eindirnar, so sum harðdisk, disklastøð, prentara og modem.
Geril (Processor ella CPU)
Gerilin er heilin í telduni, sum stýrir og viðgerð øll dáta. Hvussu skjótur og stórur, gerilin er sum er í telduni, hevur stóran týdning hvussu skjót teldan er og hvat hon kann brúkast til. Tó skulu vit minnast at ein skjótur geril, ikki einsamallur er einstýðandi við ? men tað er ein fortreyt fyri ? at teldan er skjót og góð. Hvat teldan kann er eitt torgreitt samanspæl millum allar teir einkultu lutirnar, sum eru í telduni og tað forrit man brúkar.
Til IBM-kompatiblar teldur (sí seinastu grein) finnist ein ørgrynna af ymiskum gerlum. Tú kann í einari lýsing lesa, at ein telda er útgjørd við einum gerili sum eitur Intel Pentium III 500 MHz. Talið 200 er klokkutídd (clockfrekvens) ella skjótleikin mált í megahertz. Mega merkir millión og Hertz er eindin fyri tídd. Vit kunnu samanlíkna klokkufrekvensin við klokkuarmin í einum bornholmaruri. Hann svaggjar kanska 1 ferð í sekundið; tað kallar vit ein svaggjtídd uppá 1 Hertz, vanliga stytt Hz. Intel er virkið sum freamleiðis gerilin og Pentium III er slagið av gerlinum. Tú kann eisini finna teldur í dag, sum hava ein eldri geril, sum til dømis Intel Pentium II.
Tað finnist ein annar geril á marknaðinum, sum við tíðini er at finna í nógvum teldum, og næstan líka vanligur sum Pentium gerilin frá Intel, og tað er AMD K6-II, sum vit kunnu samanbera við Pentium II gerilin.
Eldri teldur við 386 ella 486 gerlum skal man halda seg vekk frá, tí tíðin er farin frá hesum gerlum.
Tað sum er avgerandi fyri skjótleikan er klokkutíddin. Tess hægri MHz tal tess skjótari er gerilin og harvið teldan. Tað koma javnan skjótari gerlar á marknaðin. Í løtuni er 500 ella 600 MHz tað mest vanliga.
Til Power-Macintosh, sum vit umrøddu seinast, finnast ikki so nógvir gerlar. Tann mest vanligi er PowerPC G3.
Breyt (Bus)
Breytin er innanhýsis samskiftisskipanin hjá telduni. Breytin syrgir fyri at flyta dáta millum ymisku lutirnar á telduni ? til dømis millum geril, arbeiðsminnið og harðdiskin. Orkan og skjótleikin á breytini er eisini avgerandi fyri, hvussu skjótt teldan arbeiðir.
Til IBM-kompatiblar teldur eitur tann mest vanliga breytin PCI-breytin (PCI-bussen). Tað finnast aðrar breytir sum til dømis ISA, men PCI-breytin er nógv tann skjótasta. Ein serlig breyt er sum kallast AGP-breytin, sum serliga er ætla at flyta grafisk dáta til og frá grafikkortininum (sí seinni), og tá skal grafikkortið verða serliga ætla til hetta slagi av breyt. Hvør av hesum nevndu breytum hava síni serligu stikk, so ongin vandi er at taka feil.
Til seinast kunnu vit nevna SCSI-breytina, sum bert verður brúkt í serligum førum. Vanliga eru ongi stikk til hetta slagið av breyt.
Power-Macintosh brúkar bert breytina PCI.
Minni
Ein telda hevur fleiri ymisk sløg av minnum. Tey sum hava stórst týdning eru minnið ella arbeiðsminnið ? vanliga kalla RAM ? og harðdiskurin ? vanliga stytt til HD. Støddin á hesum báðum dátagoymslum verður máld í MB (megabyte) og GB (gigabyte). Tað er sera umráðandi at kenna munin millum hesi bæði minni, tí tey hava hvør sín týdning fyri telduna. Tann størsti munurin á hesum báðum dátagoymslum er at tá tú sløkkir telduna verður alt sum er í RAM slettað, meðan harðdiskurin ikki verður slettaður.
Harðdiskur
Vanliga sigur man at harðdiskurin er ytra goymslan hjá telduni ? sjált um harðdiskurin er bygdur í sama húsa sum til dømis arbeiðsminnið. Øll forrit og allar telduskipanir sum tú leggur inn á telduna verða vanliga goymd á harðdiskinum. Harðdiskurin goymir alt sum tú leggur á hann til tú biður um at tað skal slettast ? mótvegis arbeiðsminninum, sum missir sínar goymslur, tá teldan verður sløkt.
Harðdiskurin skal verða ríkiliga stórur, fyri at hava pláss fyri teimum forritum tú ætlar at brúka. Menningin gongur tann vegin at forrit blíva størri og størri. Tá tú skal velja harðdisk, kann tú róliga velja ein sum er í størra lagi eftir tíni meting, serliga um tú ætlar at arbeiða við margmiðlum (multimedia). Ein vanligur harðdiskur í dag liggur um 10-15 GB. Í flestu teldum er tað als ongin trupuleiki at seta ein harðdisk í afturat, um tað seinni vísir seg at verða ov lítið pláss.
Arbeiðsminni
RAM?ið (Random Access Memory) er innara goymslan hjá telduni. Tá tú startar eitt forrit, verður forritið lisið frá harðdiskinum inn í arbeiðsminnið. Her liggur forritið so meðan tað verður brúkt. Tað er ymiskt hvussu stór tey ymisku forritini eru, men teldan arbeiðir best um tað er ríkiligt av plássi í arbeiðsminninum, bæði til sjálvt forritið og til tey dáta sum tú skal arbeiða við.
Tað mest vanliga slagið av arbeioðsminni er SDRAM (synkron dynamisk RAM). Um teldan er eitt sindur eldri, brúkar hon kanska EDO RAM. Munurin er at EDO RAM hevur 72 bein, meðan SDRAM hevur 168 bein.
Tær flestu teldurnar í dag verða seldar við 64 MB arbeiðsminni, men tað kann verða ein fyrimunur at hava 128 MB. Sum oftast er tað ongin trupuleiki seinni at økja um arbeiðsminnið, men best er at spyrja um tað er møguligt áðrenn teldan verður keypt.
Disklastøð
Disklastøðin verður brúkt til at flyta dáta til ella frá telduni við disklum. Tað ber eisini til at taka trygdaravrit av dáta á disklar. Ein diskil tekur vanliga 1,44 MB.
Tað finnast aðrir flytbarir miðlar við størri orku enn disklar. Vit kunnu her nevna Zip- ella Jazz-driv, sum byggja á somu tøkni sum disklastøðin, men hava nógv størri orku. Disklarnir til hesi driv taka millum 100 MB og 1-2 GB.
Fløgustøð
Allar teldur hava í dag eina fløgustøð, sum er eitt driv sum kann rúma stórar mongdir av dáta ? upp til 640 MB (sí seinni).
Videoskipanin
Videoskipanin er telduskermurin og eitt grafikkort. Skermurin hevur samband við grafikkortið, sum situr í húsanum, antin á PCI-breytini ella AGP-breytini (sí omanfyri).
Grafikkort
Grafikkortið stýrur myndunum á skerminum. Tað er grafikkortið sum avger hvussu nágreiniligt myndin skal vísast, og hvussu nógvar litir skermurin skal vísa. Hvussu nágreinilig myndin skal vísast, vanliga siga vit upploysing hjá myndini, er tengt at hvussu nógv punktir (pixels) myndin er uppbygd av. Tann upploysn sum oftast gevur besta úrslit á einum 17 tumma skermi, er 1024*768.
Grafikkortið er útgjørt við sínum egna arbeiðsminni. Støddin á hesum arbeiðsminni hevur týdning fyri hvussu stóra upploysn og hvussu nógvar litir skermurin kann vísa. Tað mest vanliga í dag er 8 MB arbeiðsminni á grafikkortinum, men nógv forrit ? serliga spøl ? krevja munandi meira.
Flestu grafikkort eru í dag akselereraði, við tað at tey hava sín egna serliga geril (processor) á grafikkortinum. Hetta merkir at forrit kunnu koyra við størri ferð, uttan at gerilin hjá telduni verður órógvaður so nógv.
Skermurin
Skermurin er tað mest týdningarmikla sambandið til telduna. Tú brúkar nógavr tímar framman fyri skermin og tí hevur tað týdning at skermurin er góður.
Ikki allir skermar eru líka viðkvæmir fyri bleiktran. Um tú vil royna, um ein skermur er góður nokk til tín, skal tú hyggja eitt sindur við síðuna av skerminum soleiðis at tú sær skermin uttast í sjónarringinum (har er eyga mest viðkvæmt fyri bleiktran). Um tú tá sær at skermurin bleiktrar, er hann ikki góður nokk til tín. Hetta kan sum nevnt verða tí at grafikkortið ikki er gott nokk, ella at tað ikki er stilla rætt. Tað er ikki altíð at skermurin sum ehvur feilin.
Fyri at tú ikki skal blíva troyttur í eygunum av at hyggja á skermin, má tú ansa eftir at hann ikki bleiktrar. Bleiktranin kemur av at skermurin skiftir mynd so og so ofta hvørt sekund, sjálvt um myndin ikki broytist. Hetta kallast frekvensur (vertikal scanningsfrekvens) og verður mált í Herz (Hz). Jú hægri frekvens tess minni bleiktran hevur skermurin. Tað er grafikkortið sum avger frekvensin, men skermurin skal eisini verða fyrireikaður til tann ávísa frekvensin. Helst ikki undir 80 Hz.
Skermurin skal hava eina passandi stødd. Flestu teldur verða í dag seldar við einum 17 tumma skermi. Forritini verða í dag meira og meira grafisk, við smáum ímyndum (ikon) og myndum. Ein 19 tumma skermur er í dag ikki so nógv dýrari og eigur tú tí at hugsa um henda møguleika, tá tú keypir nýggja teldu.
Tað hevur eisini týdning at man kann stilla ljósstyrki, kontrast og fokusering, og skermurin skal kunna vippast og snarast, soleiðis at man kann sleppa undan spigilsmyndum og endurskini.
Skermstrálur
Ein telduskermur sendur út eina ávísa mongd av magnetiskum strálum. Um tú vil tryggja teg mest møguligt móti hesum strálum, skal tú keypa ein skerm, sum heldur ein av standardunum fyri lágstráling. Tann strangasti av hesum standardum eitur TCO95 (fyrr TCO92), og tann næststrangasti er MPR2.
Í samband við skermstrálingar eiga vit at nevna, at tað eru gjørdar nógvar kanningar av møguligum skaðaárinum, til dømis fosturtøkuvandan. Men higartil hevur tað ikki verið møguligt at skjalpróva nakran ávísan heilsuskaðiligan vanda.
Ein annar máti at sleppa undan strálingum er at velja ein LCD-skerm (flatan skerm). Tað eru tvey sløg av LCD-skermum, DSTN ella TFT. DSTN-skermarnir eru teir bíligaru, men frekvensurin á hesum skermun er ov seinur, og skermurin kann ikki brúkast til fleiri margmiðla forrit so sum spøl við meira. TFT skermarnir hava ongar serligar vansar í mun til ein vanligan skerm, uttan tað at teir eru væl dýrari.
Støddin á einum DSTN- og TFT-skermi er sum oftast eitt sindur minni enn á einum vanligum telduskermi. Men tað øki sum brúkiligt er nógv størri enn á einum vanligum skermi. Til dømis kunnu vit siga at ein 14 tumma TFT skermur svarar næstan til ein 17 tumma vanligan skerm.
Farteldur hava allar LCD-skermar.
Í næstu viku fara vit at hyggja at ymiskari eykaútgerð sum vit kunnu keypa til telduna.
kelda: www.fs.dk