4 ára langar yrkisrættaðar útbúgvingar á bachelorstøði

Læraraútbúgvingin skal hava somu longd sum í dag, meðan pedagogútbúgvingin verður longd eitt hálvt ár. Útbúgvingarnar skulu dagførast og nútímansgerast, og møguleiki skal vera fyri framhaldslestri og útbygging hana

Í morgun var boðið til tíðindafund á Mentamálaráðnum, har Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, fekk handað álit um Pedagog- og læraraútbúgvingina - ella PLÚ-álitið, sum onkur rópti tað.
Tað var formaðurin í arbeiðsbólkinum, Petur Zachariassen, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, ið handaða Jógvani á Lakjuni álitið, og tað var eisini hann, ið greiddi frá tí, álitið innibar.

Pedagogútbúgvingin longd hálvt ár
Høvuðstilmæli hjá arbeiðsbólkinum var, at bæði pedagog- og læraraútbúgvingin verða fýra ára langar yrkisrættaðar útbúgvingar á bachelorstøði. Hetta merkir, at verandi læraraútbúgving varðveitir longdina, hon hevur í dag, meðan pedagogútbúgvingin verður longd við einum hálvum ári.
Ein stór broyting í læraraútbúgvingini verður tó, at næmingarnir skulu hava fýra linjulærugreinar í mun til tríggjar, ið tey hava í dag.
Petur Zachariassen greiddi frá, at tey í bólkinum hava lagt dent á, at pedagogar og lærarar skulu fáa eina holla og nútímans útbúgving til at virka í føroyska samfelagnum.
Sjálv útbúgvingin verður ein sokallað lagbýtt undirvísingarskipan, við einum yvirorðnaðum bólki, ið hevur blokkar og síðani kubbar undir sær. Hetta verður gjørt fyri at sleppa undan vanliga lærugreinaheitunum.
Skipanin til útbúgvingina verður ECTS skipanin (European Credit Transfer System) við stigum, sum vísir hvussu nógv ein lestrareind (skeið, verkætlan v.m.) krevur av studentinum í arbeiðsorku.
Ein bachelorútbúgving krevur 180 stig, og aðrastaðni á síðuni síggja tit dømi um, hvussu ein slík útbúgving verður sett saman av stigum.

Starvslærulærarar
Eitt annað, ið bólkurin eisini metir hevur stóran týdning, er, at samspælið millum ástøðiliga undirvísing og starvslæru í útbúgvingini skal mennast.
Í mun til aðrar pedagogútbúgvingar, skal føroyska pedagogútbúgvingin vera ein bachelorútbúgving við starvslæru, og í hesum sambandi vísti Rógvi Thomsen úr arbeiðsbólkinum frá, at uttanlands verður hetta mett at vera eitt satt kolumbusegg.
Og av tí, at starvslæran verður ein stórur og týðandi partur av útbúgvingini - serliga hjá pedagogunum, har starvslærutíðin telur 60 ECTS stig - skulu eisini starvslærulærararnir vera skikkkaðir og hava neyðugu førleikarnar. Tað vil siga, at teir helst skulu hava eitt slag av eini eyka útbúgving. Nakað, sum er ógvuliga týdningarmikið og sum pedagogfelagið setti fram sum krav til arbeiðsbólkin í síni tíð.

Granskingargrundað útbúgving
Arbeiðsbólkurin metir, at dentur eigur at vera lagdur á, at útbúgvingarnar eru granskingargrundaðar, og enda við eini bachelorverkætlan við støði í námsfrøðiligum verkevni. Hetta er eitt øki, har ongin gransking hevur verið á higartil, og tí er hetta sera týdningarmikið.
Eisini skal møguleiki vera fyri, at føroyskir pedagogar og lærarar skulu kunna eftirútbúgva seg og fara undir framhaldsútbúgvingar, á sama hátt sum útbúnir pedagogar og lærarar í øðrum londum.
Ynski hjá Føroya Lærarafelag er, at læraraútbúgvingin í síðsta enda skal vera ein masterútbúving, segði Magnus Tausen á fundinum, og vísti á at hetta álitið kann vera ein lopfjøl til tað.

Møguligt aðalorðaskifti
Jógvan á Lakjuni takkaði fyri álitið, hann fekk handað á fundinum og fegnaðist um, at arbeiðið hjá bólkinum nú var at enda komið. Hann ásannaði, at arbeiðið hevði tikið tíð, men at segði síðani, at næstu stigini er ein politisk viðgerð og eitt alment kjak.
- Eitt aðalorðaskifti verður um fólkaskúlan, og har kundi hetta álitið eisini verið tikið við. Men spurningurin er, um ikki eitt aðalorðaskifti eigur at vera bara um hetta, segði Jógvan á Lakjuni á tíðindafundinum í Mentamálaráðnum í morgun.