Eftirlitsmenn frá danska vaktarskipinum Ejner Mikkelsen staðfestu í síðstu viku, at óskil var í veiðidagbókini hjá trolaranum Haki, sum royndi í víkini í Vesturgrønlandi. Eftirlitsmenninir komu eftir, at skipið hevði blakað meiri tosk útaftur, enn tann føroyski skiparin hevði skrivað í dagbókina. Harafturat vísti tað seg, at skipið hevði fiskað og virkað fisk, sum var minni enn tað loyvda minstamátið. Skiparin fekk eitt sektaruppskot, sum var 40.000 krónur, og tað góðtók hann.
Sambært Hanusi Hansen, stjóra á JFK Troli, hevði manningin á Haki lítið annað í at velja enn at blaka fisk útaftur. Frá skiparanum, Ásmundi Olsen, hevur hann fingið at vita, at teir fingu umleið 40 tons av toski eftir nøkrum fáum minuttum. Nógv smátt var uppií, og teir gjørdu av at blaka millum fýra og fimm tons útaftur. Tað vildi eygleiðarin, sum er umborð, ikki góðtaka og varskógvaði fiskiveiðieftirlitið.
Haki er fyrrverandi Fuglberg. JFK eigur skipið saman við grønlendska felagnum Arctic Prime Fisheries, sum JFK eigur saman við øðrum, og tveimum øðrum grønlendskum feløgum. Hesi trý feløgini fingu í vár 51 prosent av teirri grønlendsku toskakvotuni, sum skal veiðast uttanskers. .
Haki roynir eftir toski og svartkalva. Hanus Hansen sigur, at fiskiskapurin hevur verið brúkiligur, men at prísurin á toski er so vánaligur, at tað sambært reiðaranum er ein katastrofa. Harafturat er nógvur smáfiskur uppií. Fiskurin verður skráskorin og frystur umborð.
Sjey føroyingar eru við Haki. Hinir eru grønlendingar.