64 ára gamli Jákup F. Hansen, sum býr í Hoyvík, hevur nú arbeitt á Strandferðsluni í samfull 40 ár.
Hetta verður hátíðarhildið í morgin, tá móttøka verður umborð á Smyrli, meðan stóra skipið liggur við bryggju við Farstøðina í Havn. Móttøkan verður frá klokkan 10 til 12, og har kunnu fólk eisini hoyra tónar frá Ælaboganum.