Martin Kristoffur Kristiansen hevur skrivað grein á heimasíðuni hjá Eiðis kommunu um Sjómanskvinnuringin á Eiði, sum hevur verið virkin í mong ár.
- Ringurin, sum vit kenna hann í dag, er sprotin úr virkseminum hjá SKA (Sømandsmissionens kvindelige arbejde) í 1930-árunum.
Víst verður á, at fyrstu tíðina hittust kvinnurnar í skúlanum, men skjótt varð greitt, at tørvur var á nýggjum hølum.
- Tað var í hesum sambandi, at farið var undir at byggja missiónshúsið, Karmel, sum varð vígt hin 21. november í 1934.
Kvinnurnar í SKA savnaðust í mong ár, men í 1970-árunum var ikki nógv lív í virkseminum, tó at tað ongantíð doyði út.
Í 1983 varð Sjómanskvinnuringurin alment settur á stovn við Marionnu Joensen sum forkvinnu, og situr hon framvegis sum forkvinna í dag.
Eiðis kommuna ynskir Marionnu hjartaliga tillukku við teimum 40 árunum sum forkvinna.
- Vit vilja eisini takka Sjómanskvinnuringinum fyri tað stóra arbeiði, tey gera, siga tey í Eiðis kommunu í dag.