40 ára føðingardagur hjá Eysturoyar røktar- og ellisheimi

Sunnudagin 4. februar verður 40 ára føðingardagur hjá Eysturoyar røktar- og ellisheimi.

Tann 4. februar hátíðarheldur Eysturoyar røktar,-og ellisheim 40 ára føðingardag.

 

Í tí sambandi verður samkoma á heiminum fyri búfólk, starvsfólk og gestir annars frá klokkan 15 – 17.

 

Møguleiki verður at hyggja seg um á heiminum. Myndaframsýning og framsýning av ymsikum lutum frá árunum 1984 til 2024, verður at síggja. Røður, felagssangur og sangframførsla verður inni í matarhøllini.

 

Borðreitt verður við kaffi, te og lagkøku.

 

(Innsent tíðindaskriv)