40 danskir biografar vísa filmin hjá Sakaris Stórá

Nýggi føroyski spælifilmurin hjá Sakaris Stórá, "Seinasta paradís á jørð", hevur sýning í Salt í dag, og verður at síggja í Havnar Bio frá hósdegnum

Tíðindaskriv:

 

Tá sleppa føroyingar at uppliva hendan hugtakandi spælifilm. 

 

Men danir og útisetar kunnu eisini uppliva føroyska filmin á stóra løriftinum.. Áhugin í Danmark hevur verið ómetaliga stórur, og ikki færri enn 40 biografar hava sett hann á skrá, við premieru á sjálvum arbeiðaradegnum 1. mai. 

 

Jón Hammer, frá Kykmyndum, ið hava framleitt filmin, er tikin á bóli av stóra áhuganum: 

 

- Tað er fantastiskt, at móttøkan hevur verið so góð. At 40 danskir biografar hava sett filmin á skrá, er meira enn, vit høvdu tora at droymt um. Filmurin er øgiliga føroyskur, alt uttan tríggjar senur eru filmaðar í Hvalba, tvær aðrastaðni í Suðuroynni og ein umborð á trolara. Men hetta vísir, at søgan, um stríðið hjá Kára, er universell. Hvussu fótar tú tær í eini tilveru við øllum væntanum og vónum hjá øðrum.

 

"Seinasta paradís á jørð" lýsir lívið sum verkafólk í eini lítlari bygd, har flakavirkið er einasta arbeiðspláss, men flakavirkið er hótt av at verða stongt.

 

Filmurin samantvinnar søguna, um lívið sum verkafólk, við persónligu menningarsøguna hjá høvuðspersónunum, tí unga Kára (Sámal H. Hansen) og systrini Silju (Bjørg B. Egholm).  Í filminum roynir Kári, at finna sítt pláss í eini tilveru, har lívisins umstøður, kærleikin, vinir og samfelagsviðurskifti hála í hann. 

 

Føroyskir útisetar í Danmark kunnu uppliva, filmin í hesum biografum

 

  • Grand Teatret, Keypmannahavn
  • Gloria, Keypmannahavn
  • Vester Vov Vov, Keypmannahavn
  • Empire Bio, Keypmannahavn
  • Øst for Paradis, Aarhus
  • Biffen, Aalborg
  • Cafe-Biografen, Odense
  • Valby Kino, Valby
  • Viften, Rødovre
  • Kino Ro's Torv, Roskilde
  • Bio Silkeborg, Silkeborg
  • Kino Kultur, Ringsted
  • Klovborg Kino, Klovborg
  • Scala, Svendborg
  • Megascope, Horsens
  • Allerød Bio, Allerød
  • Ringe Bio, Ringe
  • Skagen Bio, Skagen
  • Gilleleje Bio, Gilleleje
  • Reprisen, Holte
  • Agger Bio, Agger
  • Slotsbio, Hillerød
  • Lido Biografen, Vejle
  • Cinema4, Skive
  • Kosmorama, Haderslev
  • Nicolai Bio, Kolding
  • Kino Hjallerup, Hjallerup
  • Bio Møn, Stege
  • Ikast Bio, Ikast
  • Humlebio, Humlebæk
  • Atlas Biograferne, Rødovre
  • Kulturbiografen, Holbæk
  • Parkteatret, Frederikssund
  • Helios, Faaborg
  • Værløse Bio, Værløse
  • Vordingborg Bio, Vordingborg
  • Apollon, Struer
  • Trommen, Hørsholm
  • Byens Bio, Jelling
  • Hundested Kino, Hundested