Kappróður
Spenningurin undan hesum kappingarárinum hevur verið á fleiri frontum, og ikki minst tá ið tað hevur snúð seg um 10-mannaførini hava spurnartekinið verið nógv og svarini fá.
Tann fyrsti
Fyrsti spurningurin hevur verið, um tað yvirhøvur fór at vera nøkur kapping millum 10-mannaførini, sum altíð hava verið og eftir øllum at døma framvegis verða roknað sum flaggskipini í kappróðrarflotanum.
Svarið upp á henda spurningin er ja. Men luttøkan boðar frá, at tað kring landið gongst striltið at skava fólk saman soleiðis, at kappróðrarsnekkjurnar fram um allar aðrar kunnu flotast.
At 10-mannaførini frá flaggdegnum av síggjast venja á firðum, vágum og víkum er eftir øllum at døma ein farin tíð. Men á Norðoyastevnu vóru trý 10-mannafør: Klaksvíkingur, Eysturoyingur og Ormurin Langi hjá Róðrarfelagnum Knørri. Fleiri enn hesi standa á listanum hjá Róðrarsambandinum, men hini munnu fara at vera ódrúgv, og harvið ber til at staðfesta, at eitt nú Havnarbáturin, Vestmenningur og Nólsoyingur, sum so ofta hava verið við til at seta dám á, og sum altíð hava átt góða og drúgva áskoðarafjøld, ikki fara at vera við í telvingini um FM heitið.
Tann næsti
Annar spurningurin var, um tað mundi fara at verða nakar spenningur í kappingini millum 10-mannaførini. Tíbetur varð svarið upp á tann spurningin positivt.
Felags fyri tær tríggjar manningarnar, sum hesa ferð tóku lut, er, at tær vita, hvat tað snýr seg um. Hetta eru rógvarar, sum vita, hvat tað skal til fyri at vera við í kappingini um fremsta plássið, og tá ið tað hesa ferð lagaði seg soleiðis, sum tað gjørdi, so ber tað boð um, at tað undan næsta FM róðrinum er púra opið.
Leingi var tað púra javnt leygardagin. Ormurin Langi var tvær bátslongdir aftanfyri hinar báðar bátarnar, tá ið teir fóru um málið, men tann munurin er ikki størri enn so, enn at hann væl kann minka og hvørva, og tá ið teinurin verður uppaftur styttri, enn hann var í Klaksvík, verður talan um heilt nýggja kapping.
Tann triði
Triði spurningurin var, um tað endiliga fór at eydnast hjá Klaksvíkingi at vinna í heimasjógvi á Norðoyastevnu. Svarið upp á tann spurningin var nei. Tá ið Klaksvíkingur í 2006 vann fyrsta og higartil einasta FM heitið, eydnaðist tað ikki at vinna á Norðoyastevu. Ta ferðina var tað Eysturoyingur, sum var fremstur í fyrsta FM róðrinum.
Hesa ferð var leingi púra javnt. So skiftust teir um, og tá ið farið varð undir endaspurtin, tóktist tað sum um, at Eysturoyingur skuldi vinna. Men so var tað sum um, at tað kom eldur í heimafólkið, og tá ið tað brast, var spurningurin, hvussu stórur munurin var. Svarið varð, at har var eingin munur. Eysturoyingur og Klaksvíkingur fóru um málstrikuna stavn um stavn – í orðsins rætta týdningi.
Ásetingarnar siga, at um sovorðin støða tekur seg upp, so skal sigursharrin finnast í umróðri – beinanvegin. Klaksvíkingar vóru ikki sinnaðir at toga seg út aftur á 1500 metra málið og at leggja seg borð um borð í kapping við Eysturoying, og harvið var tað greitt, at nýggja manningin á Eysturoyingi hevði vunnið sín fyrsta FM róður. Flestu teirra hava vunnið nógvar róðrar umborð á Tjaldrinum, Sølmundi og ikki minst við Heiðabátinum, men sjálvandi smakkaði hesin sigurin søtastur av øllum.
Eysturoyingur hevur ofta vunnið á Norðoyastevnu – seinastu árini í 1998, 1999, 2006 og 2007 - og Eysturoyingur eigur nógv FM heiti.
Klaksvíkingur eigur eitt FM heiti, og Klaksvíkingur hevur ongantíð vunnið á Norðoyastevnu, síðani tað í 1973 varð farið undir FM kapping eftir tí skipan, sum framvegis er galdandi – við at stig verða givin.
Seinasta ferðin, at talan hevur verið um heimasigur í kappingini millum 10-mannafør á Norðoyastevnu, var í 1970, tá ið teir róðu við nýggjum báti. Síðani tá hava klaksvíkingar viðhvørt bjóða seg fram, og aðrar ferðir hava teir als ikki verið við í kappingini.
Hvussu tað verður í 2010 er tað eingin, sum veit nakað at siga um, men longu nú er tað greitt, at tá ið tað snýr seg um kappróður í Klaksvík á Norðoyastevnu, so fer Klaksvíkingur – í hvussu so er – at vera 40 ár í oyðimørkini, um tað ber til at tosa um kappróðraroyðimørk!
Longu leygardagin verður aftur lagt til brots, og tíbetur boðaðu gongdin og úrslitið á Norðoyastevnu frá, at tað eru fínar fyritreytir fyri tættari kapping millum 10-mannaførini.