40 ár síðani at BSF bleiv góðkent

Badmintonsamband Føroya hátíðarhelt á almennari samkomu í Badmintonhøllini í Havn, at tað í morgin 14. mars 2021 eru 40 ár síðani, at BSF bleiv góðkent sum sersamband. Søgan hjá badminton í Føroyum røkkur nógv longri aftur í tíð, tá fleiri feløg vóru virkin áðrenn hetta. Soleiðis bygdi BSF tá víðari á eina stolta siðvenju við heimligum kappingum og luttøku í kappingum uttanlands. 

Til móttøkuna í dag bjóðaði Johnny í Grótinum, formaður í BSF, øllum vælkomnum við nøkrum fáum orðum um stovnanina, nútíðina og framtíðina hjá badminton í Føroyum. Limafeløgini hjá BSF eru virkin við áleið 350 limum í Vágunum, Norðoyggjum, Eysturoynni, Sandoynni og í Havn. Eisini vísti formaðurin á týdningin av, at tað verður gjørt okkurt munagott fyri hølisumstøðurnar hjá badminton í høvuðsstaðnum, nú móttøkan bleiv hildin í yvir 40 ára gomlu badmintonhøllini. Hølini eru ikki dagførd, umframt at kapasiteturin als ikki er nøktandi, tí sleppa øll ikki at venja, sum annars ynskja tað. At ongir oyggjarleikir verða fyriskipaðir fyrr enn í 2023 setur enn størri krøv til BSF at skipað fyri luttøku í øðrum altjóða kappingum, tá hetta eggjar leikarunum at venja miðvíst til at røkka góðum úrslitum. 

Umframt formannin í BSF hildu Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti, og Annfinn Brekkstein, umboð fyri Tórshavnar Kommunu, eisini røður við móttøkuna. Elin vísti á, hvussu badminton við miðvísum arbeiði megnar at varpa ljós á ítróttin og at eggja teim ungu til at venja og kappast. ÍSF forsetin nevndi eisini, at BSF hevði gingið undan við at skipa fyri átakinum badminton inn um skúlans gátt, sum nú eisini verður skipað fyri aðrar ítróttargreinar. Eisini Annfinn rósti badminton fyri at styrkja samanhald og bøta um trivnaðin í kommununi við sínum nógva virksemi. 

Til móttøkuna vóru fleiri av gomlu badmintonhetjunum møttar upp, har tey eins og øll hini fingu høvi at síggja myndir og blaðgreinar úr søguni hjá badminton í Føroyum. Sí myndir viðfestar frá móttøkuni.

##ms##