Í dag eru 40 ár liðin, síðani Eldfell á Heimaey á Vestmannaeyjum tók at goysa.
Heimaey er størsta av teimum 11 oyggjunum, sum verða nevndar Vestmannaeyjar, og hon er tann einasta, har fólk búleikast. Í dag er stórt minningarhald á oynni, har tað í dag búleikast á leið 4.100 fólk.
Í hesum sambandi er stórt minningarhald á Heimaey.
Undan gosinum í 1973 búðu fleiri enn 5.00 fólk á oynni. Hesi máttu øll flýggja, og tað tók mánaðir, áðrenn fólk aftur hættaðu sær á oynna. Tá var stórur partur av býnum oyðilagdur av gosinum, men farið varð alt fyri eitt undir ruddingararbeiðið, soleiðis at fólk kundu flyta aftur út á oynna.
Undan gosinum í 1973 búðu knappliga 6.000 fólk á oynni.