Í hesari vikuni fyri 40 árum síðani, fór ein ungur maður í Runavík til arbeiðis í Timburhandlinum í Runavík fyri fyrstu ferð, og hann er har enn.
Vit tosa um Jóhannus Hansen, Jóhannus hjá Ydda, sum vit eisini kenna hann.
Jóhannus er eitt álit, har hann er. Hvønn morgun og altíð í góðari tíð, er hann farin til arbeiðis og tíbetur hevur hann verið signaður við einari góðari heilsu, so fáir eru dagarnir, hann ikki hevur verið at sæð í Timburhandlinum.
Tey nógvu árini hevur Jóhannes verið bilførari og fer hann ein túr í oynni, so kann hann peika á nógv hús, har hann koyrdi viðin til húsini og bar viðin uppá pláss.
Seinnu árini hevur hann starvast sum avgreiðslumaður, arbeitt á sagverkinum og annað fyrifallandi arbeiði, tí fittur er hann í hondunum, skilamaður og góður hjá kundunum at koma til í allar mátar og væl egnaður til tað starv, honum var litið í hendur.
Altíð er hann tann sami javni, fjálgi Johannus, tá tú kemur til hansara við onkrum fyrispurningi ella umbøn um eina hjálpandi hond. Tú kennir teg væl saman við Jóhannusi.
Jóhannus og Hansa eiga 4 døtur, 9 abbabørn og 1 langabbabarn og er Jóhannus góður at heita á á arbeiðsplássinum, so er hann tað ikki minni, tá um familjuna ræður.
Mangir munnu tímarnir vera, har Jóhannus hevur rætt døtrunum eina hjálpandi hond.
Tað eru tær eisini takksamar fyri, so segði hann, ongin ivi um tað.
Kemur Jóhannus inn á gólvið til ein kaffimunn, so er skjótt at látur er at hoyra, tí hann minnist væl og dugir sera væl at siga frá hendingum av sjógvi og landi, tí Jóhannus sigldi í fleiri ár, til hann legðist uppi á landi og fór í Timburhandilin.
Nú eru so 40 ár runnin og árini siga frá, at Jóhannus er við at gerast ”pensjonist”, men enn finna vit henda fjálga runavíkingin í Timburhandlinum hjá P/F Borg.
Jóannes Símunarson Hansen