Yvir 400 unglingar vóru á høllini á Hálsi leygarkvøldið, tá rúsfría tiltakið, Náttin er Ung, var á skránni Hóast fyrireikarar vóru í iva um, hvørt tey ungu vóru áhugaði í einum rúsfríum tiltaki ella ikki, so var tiltakið sera væl eydnað, og fyrireikarar siga, at tað liggur í kortinum, at skipa fyri einum líknandi tiltaki innan ein mánað.
- Vit vóru veruliga glað fyri, at tey ungu tóku so væl ímóti tiltakinum. Sjálvsagt vóru nøkur fá, ið vóru ávirkaði tá tey komu í høllina, men tey allar flestu vóru púra rúsfrí, sigur Bogi Andreasen.
Meira verður at frætta frá tiltakinum í Sosialinum í morgin.