Longu fimm korter undan møtinum, var røðin av fólki, sum stóð og bíðaði eftir at sleppa inn, allan vegin framvið ítróttarhøllini og oman til Ringvegin. Ítróttarhøllin á Hálsi, Dansifrøi og teltið uttanfyri ítróttarhøllina vóru øll full, tá Ebenezerkórið sang fyrstu tónarnar klokkan 17.30. Blátt Gras slapp eisini á pallin, og tað var eyðsæð, at áhoyrarunum dámdu bluegrassbólkin úr Vágunum. Heini Lützen slapp síðani at enda føroysku luttøkuna, áðrenn Pauli Høj, samkomuleiðari í Kelduni, ynskti teimum gott og væl 4.000 fólkunum vælkomnum. 45 samkomur og kirkjum stóðu saman um at skipa fyri tiltakinum.
Franklin Graham er sonur navnframa Billy Graham, og ikki kann sigast annað, enn at hann gongur í fótasporum pápa síns. Boðskapurin var hin sami einfaldi gleðiboðskapurin, sum pápi hansara talaði um allan heim. Gud elskar teg. Syndin skilir teg frá samfelagi við Gud. Eitt ævigt fortapilsi bíðar tær. Men Gud hevur ein útveg. Hann sendi son sín at doyggja fyri teg og frelsa teg. Trúgv á hann og tú skalt vera frelstur.
- Um tú gloymir alt annað, eg sigi í kvøld, minst tó til hetta. Gud elskar teg, segði Franklin Graham millum annað í talu síni.
Hóast boðskapurin er einfaldur, so ber hann fram. Sambært fyriskiparunum komu yvir 300 fólk fram, tá Franklin Graham bjóðaði fólki at taka ímóti Jesusi sum sínum frelsara.
Franklin Graham hevði eina seinastu heilsan til teirra.
- Vit síggjast í Himli.
Les meiri um møtini í Sosialinum, sum kemur út í kvøld.