3.viðgerð av lógaruppskotinum um broytingar í hjúnabandslógin fyllir helst tað mesta á tingfundi í dag.
Andstøðan leggur eitt uppskot fram um, at lógaruppskotið skal til fólkaatkvøðu og alt bendir á full áhoyrarapláss aftur í dag.
Men eisini onnur mál skulu hava 3.viðgerð. Millum annað eitt lógaruppskot, sum hevur til endamáls at gera alt útbjóðingartil talgilt og á føroyskum máli.
Málið fór lættliga gjøgnum fyrru viðgerðinar, men Byggiharrasamtak Føroya heldur ikki tað er skilagott, at krevja at alt útbjóðingartilfar skal vera á føroyskum.
Byggiharrarnir halda,a t her er talan um eitt stórt inntriv, sum kann fáa neiligar avleiðingar. Teir halda, at hetta fer at minka um kappingina og fer at gera tað næstan ógjørlligt at framleiða neyðugt tilfar í samband við útboðingar.
Gildiskoman er broytt frá 1.juli til 1. januar. Hetta tí annars fer tað at ávirka byggingina av undirsjóvartuinnlunum. Kom hon í gildi 1.juli skuldu 4000 skjøl umsetast til føroyskt.
Byggiharrarnir siga, at verður onkur seinking í útbjóðingunum í sambandi við tunnlarnar, so fer tað at taka drúgva tíð at umseta skjølini.
3. viðgerð av hesum málinum stendur á dagsskránni fyri fundin í dag.