41 m/s um Ørðaskarð

Mynd: Landsverk

Tað er enn nógvur vindur um alt landið og um Ørðaskarð á Fámjinsvegnum er heilt upp í 40,8 m/s í hvirlunum. Har er annars kolandi stormur, boðar Landsverk frá.

Á Porkerishálsi er hvassur stormur og í hvirlunu upp í 36,9 m/s.

Um Gjáarskarð er hvassur stormur og í hvirlunum upp í 30,7 m/s.

Á Mykinesi er stormur og í hvirlunum upp í 31,1 m/s.

Á Heltnini á Oyndarfjarðarvegnum er skrið og upp í 27,5 m/s í hvirlunum

Á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð er eisini skrið, í hvirlunum upp í 29,4 m/s.

Á Glyvursnesi er skrið og í hvirlunum upp í 25,7 m/s.

Í Hvalba er eisini skrið og upp í 26,6 m/s í hvirlunum.

Eystanfyri Norðskálatunnilin er hvassur vindur og upp í 30,8 m/s í hvirlunum, meðan tað á Brekkuni Stóru í Sandoy er stívt andøvsgul og í hvirlunum upp í 37,8 m/s.

Mynd: Landsverk

Mynd: Landsverk

Mynd: Landsverk

Mynd: Landsverk

Mynd: Landsverk