Størstu nøgdirnar á fiskamarknaðinum í dag vóru av toski 3, har góð 12 tons fóru fyri miðalprísin 12,57 krónur fyri kilo. Fiskamarknaður Føroya seldi í dag góð 42 tons á uppboðssølu.
Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 18,44 krónur fyri kilo.
Størstu nøgdirnar vóru av toski 3, har góð 12 tons fóru fyri miðalprísin 16,14 krónur.
Næst størstu nøgdirnar vóru av toski 4, sum fór fyri miðalprísin 12,57.
Nøkur fá tons vóru av hýsu, og her fekk tann størsti fiskurin besta miðalprísin, 13,16 krónur fyri kilo.
Góð 2,8 tons vóru av blálongu, sum fór fyri miðalprísin 8,36, og miðalprísurin fyri havtasku var góðar 40 krónur fyri kilo.
Fiskamarknaður Føroya seldi eisini 1,7 tons av kongafiski 2, og her var miðalprísurin 10,10 krónur fyri kilo.
Samanlagt gav sølan av teimum 42 tonsunum í dag slakar 780.000 krónur.