422 nýggir smittutilburðir í Noregi

Týsdagin fyri einari viku síðan vórðu staðfestir 715 nýggir smittutilburðir - ella 293 tilburðir fleiri enn í dag.

 

Nýggjastu tølini úr Noregi siga, at staðfestir eru 422 nýggir smittutilburðir við covid-19 í landinum seinasta samdøgnið.

Hetta er 26 tilburðir færri enn miðaltalið seinastu sjey dagarnar, sum er 448.

Samanbera vit talið seinasta samdøgur við sama samdøgur fyri einari viku síðan, var talið av nýggjum smittutilburðum tá 715.

Tilsamans hava 59.456 fólk í Noregi nú fingið staðfest covid-19. Ábendingar eru um, at smittutølini minka, men í 24 kommunum veksa tølini.