Taborkórið í missiónshúsinum á Toftum, sum hevur sungið síðani í 2000, fer nú á sína fyrstu uttanlandsferð.
Komandi vikuskiftið vitjar kórið í Reykjavík, har tey luttaka við sangi og talu á føroyskum møti á Ørkini í Reykjavík fríggjakvøldið klokkan 20.
Kórið fer eisini at syngja til gudstænastuna sunnumorgunin klokkan 11 í Halgrímskirkjuni.
Á skránni fyri ferðini er annars andaktir, útferðir, venjing, hugni og annað. Kórið fer at búgva á føroyska sjómansheiminum Ørkini.
Tað er Jónhild Djurhuus, sum stovnaði kórið, og hon hevur verið leiðari síðani. Hjálparleiðari er Jannet Hanusardóttir Højgaard.
Kórið telur í dag 43 sangarar, sum eru frá 13 til 81 ár.
Kórið syngur fjølbroyttan sang við trimum og fýra røddum, við klaveri og bassguitara afturvið.