430.000 bileigarar lagt sak ímóti Volkswagen

Talan verður um eina maratonsak í moti VW. Tað er brúkarafelagsskapurin Vzbv, sum reisir málið vegna bilaeigarar.

Mánadagin byrjar eitt rættarmál um sokallaðu dieselgøluna í Volkswagen. Yvir 430.000 persónar eru við í einum hópsakarmáli ímóti týska bilaframleiðaranuk, skrivar dpa.

Tað er brúkarafelagsskapurin Vzbv, sum hevur reist málið vegna teir mongu bilaeigararnar, sum krevja endurgjald frá verksmiðjuni eftir svikið við útláti frá dieselbilum, sum var avdúkað í 2015.

Í sakarmálinum heldur brúkarafelagið uppá, at Volkswagen við vilja voldi bilkeyparum skaða við at leggja inn software, sum vísti, at bilarnir við kanning dálkaðu minni, enn teir í veruleikanum gjørdu.

Advokaturin hjá VW, Martine de Lind van Wijngaarden, avvísir pástandinum og sigur, at bilkeypararnir ikki hava fingið nakran skaða.

Um saksøkjararnir fáa viðhald í málinum, mugu teir seinni hvør sær leggja fram síni krøv ímóti bilaframleiðaranum.

Týska løgmálaráðafrúan, Christine Lambrecth, sigur nú undan rættarmálinum, at hon ikki roknar við einum skjótum máli, tá sakin er sera fløkt og samansett.

VW letur skilja, at ein dómur í fløkta málinum í fyrsta lagi kann verða sagdur í 2023.

Síðani kann ganga enn eitt ár til viðgerðina av einstøku krøvunum. Tá er marknaðarvirði á bilunum munandi minkað, at tað verður bíligari hjá VW at keypa teir aftur.

Vbzv er sinna at gera eina uttanrættarliga semju fyri at sleppa undan drúgvum rættarmáli.

Volkswagen hevur viðgingið at hava svikið við 11 milliónu bilum kring heimin. »Dieselgate-gølan« hevur higartil kostað bilaframleiðarnum yvir 30 milliardir evrur (yvir 224 milliardir krónur í okkara pengum) í bótum, endurgjøldum og løgfrøðisligum kostnaðum.

Angela Merkel, samveldiskanslari, segði undir valstríðnum í Týsklandi í 2017, at stórir partar av bilaídnaðinum í landinum hava gamblað ein óvanliga stóran part av trúvirðinum burtur.

Tað var fyrstu ferð, at Merkel alment gjørdi viðmerkingar til allar kreppur og gølur, sum hava rakt týska bilaídnaðin.

 

/ritzau/dpa