Kinesiski myndugleikin, GACC, hevur dagført listan yvir føroysk virkir, ið útflyta til Kina, og nú eru tilsamans 44 virkir á listanum.
Tað sigur heilsufrøðiliga starvsstovan í dag.
Skulu føroyskar fyritøkur og virkir útflyta til kinesiska marknaðin, er fyrst neyðugt at standa á listanum hjá GACC yvir góðkend virkir, og heilsufrøðiliga starvsstovan hevur fingið váttað, at listin nú er dagførdur.
Tvey nýggj skip eru komin á listan, meðan tvey onnur skip eru tikin av listanum. Eisini eru aðrar smávegis broytingar gjørdar, so sum bústaðar- og navnabroytingar.
Heilsufrøðiliga starvsstovan undirskrivar hvørja viku einar 70 - 80 heilsuváttanir til Kina, og serliga er talan um útflutning av feskum laksi.
Eisini skulu allar bingjur í øllum sendingum av frystum makreli seglast av heilsufrøðiligu starvsstovu.
Í 2019 vórðu 4312 heilsuváttanir undirskrivaðar til Kina tilsamans, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.