Nú farið verður inn í oktober mánað vísa feskastu tølini hjá Fíggjarmálaráðnum, at í ár verður undirskotið 449 milliónir krónur. 153 milliónir krónur mangla í kassanum, samstundis sum 52 milliónir krónur eru brúktar ov nógv. Av eyka útreiðslunum er serliga talan um íløgur, sum skuldu verið gjørdar undanfarin ár, men hava drigið út og tí tyngja landshúsarhaldið í ár.
Men við minkandi inntøkum og øktum útreiðslum rakar fíggjarlógin fyri 2013 væntandi 205 milliónir við síðuna av, sammett við tey tøl, sum landsstýrið higartil hevur arbeitt eftir. Í fíggjarlógini fyri 2013 verður roknað við 243 milliónum í undirskoti – men nú siga tølini 449 milliónir í undirskoti í ár.
Í játtanarkørmunum hevur landsstýrið higartil sagt, at í 2014 verður undirskotið 235 milliónir krónur. Men nú fíggjarlógaruppskotið er lagt fram, verður arbeitt fram ímóti einum undirskoti á 250 milliónir krónur næsta ár. Tá verður roknað við 170 milliónum krónum í nýggjum inntøkum frá vinnulívinum. Næsta ár fer landskassin at krevja inn 107 milliónir krónur frá teimum, sum fiska sild og makrel. Eisini ætlar landsstýrið at krevja fleiri pengar inn frá alivinnuni. Tað verður gjørt við at sonevndi tilfeingis-/loyvisskatturin verður eisini galdandi næsta ár. Her er leisturin tann, at ein eykaskattur verður lagdur oman á yvirskotið, og hesin verður sjey prosent næsta ár. Tað skal so geva landskassanum 63 milliónir krónur í inntøku næsta ár.
Tilsamans skal vinnan so gjalda 170 milliónir krónur í sonevndum ”nýggjum inntøkum” til landskassan næsta ár.
Hoyr samrøðu við Jørgen Niclasen við at trýsta á pílin undir myndini.
Les eisini:
Hallið verður 250 milliónir næsta ár