45 elbilar seldir fyrstu fýra mánaðirnar

Elbilarnir vóru 4,9 prosent av samlaðu bilasøluni ársins fyrstu fýra mánaðir

 

Teir fyrstu fýra mánaðirnar í ár vórðu skrásettir 45 nýggir elbilar í Føroyum. Tilsamans vóru skrásettir 925 nýggir bilar, tá vit bara telja motorakfør við og ikki eitt nú viðfestisvognar, kampingar, motorsúkklur og prutl.

Av øllum bilunum í Føroyum eru elbilarnir júst komnir upp um eitt prosent – ella neyvar 1,16 prosent. Tað eru 385 elbilar í Føroyum – burtur av samlaða bilatalinum upp á 33.266 – tá vit trekkja frá akfør uttan motor, prutl og motorsúkklur. Tað gevur okkum ein prosentpart av elbilum upp á nevnda 1,16.

Men taka vit søluna av nýggjum elbilum í ár, so prosentparturin munandi hægri enn so, tí skrásettir eru 45 nýggir elbilar av tilsamans 925 bilum. Tað gevur okkum ein prosentpart av elbilasøluni í ár upp á 4,9 prosent.

Tá skulu vit hava í huga, at fyrstu tveir mánaðirnar ella so var lógin um avgjaldsfrítøku á elbilum ikki í gildi. Nýggja lógin, sum eisini gevur hybrid-bilum lætta, kom í gildi 24. februar í ár.