Á sumri 1962 var 19 ára gamla havnargentan Hjørdis Egholm nýklaktur studentur av síðsta studentsholdinum á VBV úti á Skansa.
Sama summar fór Hjørdis í starv á Tryggingarsambandinum – byrjunardagurin var 9. juli 1962.
45 ár eru nú liðin, og enn situr Hjørdis á sama palli sum stjóra- og stjórnarskrivari. Við so mongum árum í skjáttuni hevur Hjørdis stóra vitan og royndir, ið duga og sjálvsagt allar møguleikar, at geva frá sær týdningarmiklan arbeiðsførleika í arbeiði sínum á tryggingini.
Hesa tætt við hálvu øldina hevur hon starvast undir 4 stjórum, Thomas Thomassen, Marius Thomassen, Jens Petur Arge og núverandi stjóri Gunnar í Liða.
Rættuliga stórar broytingar í tryggingarviðurskiftunum hava verið hetta drúgva skeið, men dugnaskapur og framúr gott arbeiðslag og ikki at gloyma fryntliga medferð Hjørdisar, hevur verið partur av tí ný- og umgerð, ið henda.
Tá innanhýsisblaðið hjá tryggingini í 1980-90unum ofta var ein hent kunnan- og vitanarblóma, var Hjørdis í blaðstjórnini, hon skrivaði frálíka frásøgn frá stóru 50 ára veitsluni, sum Tryggingarsambandið hevði í 1990, ið varð sera væl fagnað.
Kanska kennir ikki allur heimurin Hjørdis, ið vaks upp á Abbatrøð, enn situr hon á somu steinum á Hoyvíksvegi 22A. Foreldur hennara vóru Erika, f. Justinussen, ættað úr Leirvík, og Affe (Alfred) Egholm, skipari. 6 vóru tey í systkinaflokkinum.
Hjørdis og Heðin giftust í 1966, børnini eru Elin (1966), Ann (1968), Guðrun (1970) og Eirikur (1975). Barnabørnini 8 í tali.
Parturin hjá Hjørdis uttanfyri tryggingina er ikki sørt týðandi, á heimavølli sum uttanlands, sum kona ÍSF forsetans.
Ein av tættunum eru Oyggjaleikirnir, har tey bæði síðan 1989 hava verið við í øllum Oyggjaleikunum, og júst nú leygardagin eru tey afturkomin av Rhodos, heimferðin beinleiðis vardi 15 tímar í luftini.
At Hjørdis Mortensen er fyrstadama, bormeistarafrúa í Havn hevur ikki við sær at hon ristir á hondum.
Týsdagin 10. juli, fyrrapart, verður samkoma á arbeiðsplássinum á Kongabrúnni henni til heiðurs.
Hjartaliga tillukku Hjørdis og takk fyri góð samstarvsár. Tær og tykkum ynskja vit alt tað besta komandi.
jl.