45 átøk fyri náttúruna

Hvussu tað stendur til við veðurlagsbroytingunum og náttúruni? Hetta verði eg viðhvørt spurd um, og tað er ikki altíð so lætt at svara uppá, men í stuttum er hetta svarið: Tað eru vit sjálvi, sum avgera hetta! Her eru 45 átøk, sum vit kunnu seta í verk fyri at broyta gongdina.

1. Tórshavnar Kommuna skal staðfesta, at vit eru í eini veðurlags- og náttúrukreppu – í eini undantaksstøða har vit í eitt ávíst tíðarskeið noyðast at raðfesta hetta øki hægri, enn vit annars vildu. Kommunan skal seta sær eitt ambitiøst veðurlagsmál um at minka um útlátið og gera eina langtíðar virkisætlan fyri at náa málinum.

 

Vit skulu frá olju og til varandi orku

2. Bygningar hjá kommununi skulu nógv skjótari leggja um frá olju til varandi orku.

3. Nýggj hús og bygningar skulu venda so, at sum mest fæst burtur úr at seta sólarorku á takinum.

4. Verandi oljufýrar skulu skiftast út til varandi orku áðrenn 2030.

5. Fyritøkur sum bjóða uppá arbeiði fyri kommununa skulu fáa fyrimun í útbjóðing, um tær hava elmaskinur og aðrar umhvørvisvinarligar mannagongdir, eisini hóast prísurin er hægri í fyrstu syftu.

6. Húsarhald skulu fáa bjóðað ókeypis og óhefta ráðgeving um, hvussu tey kunnu skifta yvir til varandi orkuskipan í húsinum og spara orku.

7. Fíggjarligar sperdar familjur skulu fáa fíggjarligan stuðul til orkskiftið, soleiðis at tað verður sosialt rættvíst.

8. Ynski skal sendast landsstýrinum um at eisini fáa sólorku og elsúkklur frítikin fyri mvg.

9. Krav skal setast um varandi orku til vinnu og húski, tá nýggj grundstykki verða gjørd. 

10. Sólorka skal á kommunalu bygningarnar.


Vit skulu hava eina góða ferðslu:
11. Eitt gott súkklukort í Tórshavn skal vísa, hvar góðar og tryggari súkklu- og gonguleiðir eru.

12. Útbygging av súkklu- og gongubreytum skal halda áfram við nýhugsan.

13. Landstreymur til skip skal útbyggjast.

14. Nýggir bilar hjá kommununi skulu vera eldrivnir.

15. Gamla bilparkin hjá kommununi skal leggjast um til el.

16. Bussleiðin leggja um til el, koyra fleiri túrar, og leiðin skal áhaldandi vera ókeypis.

17. Fleiri løðistøðir skulu setast upp í samstarv við SEV, eitt nú við íbúðarblokkar, har møguleiki annars ikki er fyri heimaløðing.

18. Arbeiðsmaskinur og amboð hjá kommununi skulu skiftast um til el, um tað á nakran hátt ber til.

Vit skulu hava góða náttúruvernd:

19. Kommunan skal virka visión 2030 og at hóskandi øki til orkuútbyggingar skulu finnast við náttúruvernd í huga.

20. Kommunan skal friða øki, ið eru serlig ella rík í náttúru.

21. Eg bjóði meg fram sum eitt grønt umboð í nevndini hjá SEV fyri Tórshavnar kommunu.

22. Kommunan skal verja og endurbøta vátlendi, eitt nú við stóru tjørn og í Hoydølum.

23. Kommunnan eigur at handa fræ- og plantupakkar við føroyskum upprunaplantum á umhvørvisvikuni.

24. Taraskógir í kommununi skulu verjast, eitt nú í Kirkjubø.

25. Upplýsing um lívmargfeldi skal vera tilteingilig úti í náttúruni við skeltum og myndum.

26. Gransking um lívmargfeldi í kommununi skal stuðlast.

27. Føroyskar blómur skulu vaksa og prýða kommununa. Meir vilt við vilja.

28. Kommunan skal gera umhvørviskanningar, áðrenn øki verða sett av til verkætlanir.

29. Fólk skal setast í starv, sum fult og heilt skal arbeiða við vernd av Hesturi, Kolturi og Nólsoy og hava eftirlit við rottu og innsløddum sløgum.

30. Avmarkaða lendi í kommununi skal virðast og brúkast á bestan hátt. Vit skulu byggja effektivari, tá tað snýr seg um pláss og prís.

31. Einans lívfrøðiliga burðardygg veiða av fiski og fugli skal verða loyvd at selja á marknaðunum.


Vit skulu skilja meir 

32. Húsarhald skulu fáa fleiri íløt at skilja í, t.d. matleivdir, metal og glas, og íløtini verða tømd fyri borgararnar. 

33. Stuðul skal latast til Dugna, soleiðis at tá endurnýtslan er opin, er bingjan hjá Dugna opin.

34. Kommunan skal hava eina felagsloysn til sankutøð/kompost. Borgarar kunnu síðan heinta mold og sankutøð og brúka tað til havan ella grønmetisveltur sum natúrligt tøð.

35. Skiljistøðirnar á smáplássunum skulu betrast.

36. Eitt skiljingarbókstavarað skal gerast, t.e. ein sera gjøgnumførd lýsing av, hvussu alskyns lutir skulu skiljast.

37. Ruskspannirnar runt í býnum skulu fáa eitt ílat runt um seg til pant fløskur og dósir.

Onnur umráðandi mál:
38. Kommunan eigur at eggja handlum at hava eitt ílat til fólk at skrella fyri at minka um matspill.

39. Hámarkskrøv til ljóðdálking skulu setast.

40.Eitt amboðssavn skal gerast, eins og vit hava eitt bókasavn.

41. Tórshavnar kommuna skal blíva fair trade.

42. Eginframleiðsla av grønmeti skal stuðlast uppundir, m.a. við at seta fleiri øki av til fólk at hava býarfesti og eginframleiðslu av grønmeti.

43. Marknaðarumstøðurnar í kommununi skulu betrast, soleiðis at tað verður meir atkomuligt og lætt hjá fólki at selja og keypa grønmeti, fisk og ymiskt heimgjørt.

44. Kommunan og kommunalir stovnar eiga at keypa og duga at nýta føroyskt grønmeti til sínar kommunalu køkar - og at skipa fyri at starvsfólk í køkunum duga at nýta føroyskt grønmeti, t.d. glaskál og røtur, heldur enn piparfrukt o.a.

45. Børn á stovnum skulu fáa góðar og gevandi umhvørvis- og náttúruupplivingar, soleiðis at tey heilt frá barnsbeini hava eitt gott samband við náttúruna. Her mugu pengar setast av til fyrireiking og fleiri starvsfólk.

Og til seinast:

Heldur útlátið áfram við at økjast, og heldur lívfrøðiliga margfeldið áfram við at svinna, skulu fleiri og betri átøk setast í verk!


Elsa Berg,
valevni fyri Tjóðveldi í Tórshavnar kommunu