46% av dønum halda við Svøríki

Hóast rokmikla EM-undankappingardystin millum Danmark og Svøríki í Parkini ífjør, so halda 46% av dønum við Svøríki. Politikken fer at fylgja tætt við tí svenska landsliðnum

Fótbóltur

 

Danska blaðið Politikken hevur gjørt eina lesarakanning millum sínar ítróttarlesarar, um hvønn tey fara at halda við í EM-endaspælinum í fótbólti, sum verður leikt í Eysturríki og Sveis. Og hóast Danmark og Svøríki hava leikt heilar 99 A-landsdystir ímóti hvørjum øðrum síðani byrjanina av 20. øld, og hóast stórt rok var í samband við EM-undankappingardystin ímillum londini bæði í Parken í Keypmannahavn í juni ífjør, so er anna rhvør danskur fótbóltsfjeppari ivaleysur: Hann heldur við Svøríki. Svøríki hevur fingið næstan fimm ferðir fleiri atkvøður enn Týskland, sum er tað landið danir halda næstmest við. 10% siga seg halda við Týsklandi. Spania er nummar trý við 7%, Italia nummar fýra, og Holland er nummar fimm. Tað rørir ikki danska fótbóltsfjepparan, at talan er um arvafíggindan í bæði fótbólti, og í søguligum høpi. Tá Danmark og Svøríki spældu javnleik 2-2 í bólkaspælinum í EM-endaspælinum, í Portugal í 2004, og harvið sendu Italia út í myrkrið, var partur av italsku pressuni ikki í iva, at talan var um eina norðurlendska samansvørjing. Og danskir fótbóltsfjepparar vísa seg nú, sum góðir norðurlendingar.

 

Fara at fylgja Svøríki

Politikken hevur tikið avgerð um, at blaðið skal fylgja svenska landsliðnum sum var tað teirra “egna” landslið, nú tá Danmark er við. Ítróttarblaðmennirnir hjá Politikken fara at fylgja Zlatan, Elmander, Henke, Mellberg, Ljungberg og Mellberg eins tætt og var talan um eina danska EM-luttøku. Christian Lindhardt, tíðindaleiðari hjá Politikken sigur:

- Vit fara at lova lesarunum, at vit fara at fylgja tætt við tí svenska landsliðnum undir EM-endaspælinum, bæði áðrenn, undir og aftaná dystirnar. Vit fara at fylgja tí svenska landsliðnum, sum var tað okkara egna. Tann drúgvi journalistiski dekningurin fer at verða stuðlaður við nógvum undirhaldandi tilfari, fakta og myndum. Ígjøgnum okkara reportara, Tommy Grøn, sum fer at fylgja tí svenska landsliðnum undir EM-endaspælinum fara vit at arbeiða fyri møguleikanum, at lesarnir hjá Politikken kunnu stilla beinleiðis spurningar til teir svensku spælarnir, og fólkini aftanfyri liðið.

Lesarnir hjá Politikken halda minst við Grikkalandi, bara 0,7% halda við Grikkalandi. Og skal ein meta eftir spælistílinum, so fer Grikkaland heldur ikki at vinna nógv hjørtu hesaferð.