46 ára gamal dani vann hjá monnunum

Burn Showdown: 46 ára gamal dani vann men’s physique kappingina hjá monnum í kvøld, har Torstein Madsen endaði omanfyri av teimum føroysku

Tað hevur verið kappast í fýra ymiskum greinum til Burn Showdown kappingina í høllini á Hálsi í kvøld. Tær fýra kappingarnar hava verið í bikini fitness, í women’s figure, í men’s physique og í Miss Føroyar.

 

Í kappingini men’s physique var tað 46 ára gamli danin Tom Vinge frá Roskilde, ið vann kappingina. Á øðrum plássi kom Daniel Baumann frá Greve, meðan Torstein Madsen endaði sum nummar trý í kappingini. Á fjórða plássi kom Pætur Breckmann úr Havn.

 

Teir sum stillaðu upp til Men’s physique vóru hesir:

Tom Vinge frá Roskilde

Daniel Baumann frá Greve

Pætur Breckmann úr Havn

 

Torstein Madsen av Argjum