47 ára gomul kvinna skot­in til deyð­is í Keyp­manna­havn

Ein 47 ára gomul kvinna er deyð, eftir at hon varð skotin á Frederikssundsvej í Keypmannahavn, upplýsir løgreglan.

Ein kvinna varð skotin á Frederikssundsvej í Brønshøj í Keypmannahavn klokkan 13:12 danska tíð. Ein maður er handtikin - Mynd: Steven Knap/Ritzau Scanpix

Ein kvinna varð í dag skotin á Frederikssundsvej í Brønshøj í Keypmannahavn.

Tað upplýsir løgreglan í Keypmannahavn, sum fekk fráboðanina klokkan 13:12.

Kvinnan varð staðfest deyð á staðnum, sigur løgregluovastin Anders Frederiksen frá løgregluni í Keypmannahavn.

- Vit hava handtikið ein persón, sum er ein møguligur gerningsmaður, sigur løgreglustjórin.

Tann handtikin er ein maður.

Kvinnan varð skotin á gøtuni, og løgreglan er á brotsstaðnum, sum er nærhendis Brønshøjparken.

Avvarðandi hjá kvinnuni hava fingið boð um hetta.

 

/Ritzau/

 

 

 

Ein kvinna varð skotin á Frederikssundsvej í Brønshøj í Keypmannahavn klokkan 13:12 danska tíð. Ein maður er handtikin - Mynd: Steven Knap/Ritzau Scanpix