47 fólk vórðu særd av skotum, tá neyðhjálp varð býtt út til palestinar í Gaza í gjár.
Tað upplýsir mannarættindaskrivstovan hjá ST sambært Reuters.
Tað var ísraelski herurin, sum lat skotini av, upplýsir ST.
Sambært fjølmiðlaskrivstovuni hjá Hamas-stjórnini í Gaza doyðu trý fólk undir útbýtinum, skrivar Al Jazeera. Hetta hava ST ella aðrar óheftar keldur ikki váttað.
Neyðhjálpin varð býtt út av amerikanska stuðlaða felagsskapinum Gaza Humanitarian Foundation (GHF).
Ein talsmaður fyri ST-aðalskrivaran, António Guterres, tosaði týsdagin um kaotiskar senur í sambandi við býtið av neyðhjálp.
- Vit hava sæð videobrot úr Gaza á einum av útbreiðslustøðunum. Og heilt erligt, so eru hesi videobrotini, hesar myndirnar, hjartaskerandi, segði talsmaðurin hjá ST, Stéphane Dujarric, týskvøldið.
Sambært henni streymaðu túsundtals til staðið, har hjálpin varð býtt út.
Eitt eygnavitni sigur við tíðindastovuna AFP, at fólk trokaðust øgiligt í køunum til neyðhjálpina. Í staðin royndu tey at kroysta seg inn í útbýtismiðstøðina fyri at taka tað, tey kundu fáa hendur á.
Ein totalur hjálparstongsul varð avlýstur í Gaza í síðstu viku. Stongsilin byrjaði 2. mars og hevur elvt til kritiskan mangul á mati og øðrum neyðsynjarvørum inni í krígsrakta økið.
ST og fleiri hjálparfelagsskapir hava noktað at samstarva við GHF, sum býtti hjálpina út týsdagin.
Tey halda, at felagsskapurin politiserar býtið av hjálp, millum annað tí hann bert ætlar at býta hjálp í pørtum av Gaza, meðan onnur øki ikki fáa hjálp.
Sambært Al Jazeera hava 11 hjálparfelagsskapir skrivað undir eina yvirlýsing, har tey finnast at stovnanini av felagsskapinum, sum Ísrael stuðlar.
Kritikkurin er millum annað, at palestinar ikki hava verið við í avgerðum um, hvussu neyðhjálparbýtið hjá GHF skal fremjast.
/Ritzau/